Mentan

Bloggur: Fíggjarlig prei til summarfrítíðina

...

2018-05-03 07:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Betri.fo: So nærkast summarið endiliga, og nógv av okkum gera sær tankar um at bíleggja eina ferð til heitari lond. Fleiri hava longu avgjørt hvagar leiðin gongur og gleða seg til frídagar saman við familjuni.

Fía Selma Nielsen, leiðari í Kundatænastuni í Betri Banka, bloggar í Kvinnublaðnum hesaferð um, hvat tú skalt hugsa um áðrenn, undir og eftir ferðina.

Fíggjarlig prei:

  1. Rinda ferðina við Mastercard
  2. Hav rætta gjaldskortið til bilaleigu
  3. Tryggja teg og tíni væl
  4. Kanna nær gjaldskortið gongur út
  5. Hav fleiri enn eitt gjaldskort við á ferðini
  6. Kanna hvørji nýtsluhámørk tíni kort hava, tí gjaldskort hava ymisk nýtsluhámørk
  7. Lat ikki gjaldskortið úr eygsjón
  8. Gjald í lokalum valuta
  9. Hav netbankan sum app

Keyp av ferð

Tað er skilagott at bíleggja ferðina á netinum við einum Mastercard. Keypa tit ferðina umvegis netið, er vert at minnast til, at tá ein ferð er keypt við einum altjóða gjaldskorti sum Mastercard, ber til at gera ???indsigelse??? (tað er at mótmæla gjaldingini) um flogfelagið fer á húsagang.

Tað er umráðandi, at kortið er tilmeldað 3D secure í góðari tíð, tí annars kann vera, at tað ikki ber til at rinda ferðina tann dagin, tit ætla.

Best er at vera fyrivarin, tá kortið verður brúkt til at keypa ymiskt á netinum.

  • Upplýs bara kortnummar, útgongudag og ???kontrollciffur??? ??? ongantíð loynital
  • Lat ongantíð upplýsingar um kort títt í telduposti, uttan mun til hvør avsendarin er
  • Set ongantíð flugubein í valmøguleikan at lata heimasíðuna goyma tínar kortupplýsingar
  • Kanna fyritøkuna, tú ætlar at keypa frá á netinum, eitt nú áwww.trustpilot.dk
  • Hygg eftir um góðkent trygdarmerki eru á altjóða síðum, eitt nú ???VeriSign???
  • Á donskum síðum ber til at hyggja eftir ???e-merkinum???. Nethandlar, sum hava e-merkið eru góðkendir og undir eftirliti av ???e-handelsfonden???

Hav rætta gjaldskortið til bilaleigu

Fleiri feløg, sum leiga bilar út, krevja, at tú hevur eitt kredittkort, og góðtaka ikki, at tú ætlar at gjalda bilin við einum Visa/Dankorti ella einum Mastecard Debit. Tískil er týdningarmikið at kanna, hvat slag av korti tín bilútleigari krevur, í góðari tíð áðrenn ferðina. Tað tekur umleið 14 dagar at bíleggja eitt nýtt gjaldskort.

Tryggja teg og tíni væl

Minst til at tekna trygging beinanvegin, tá tú bíleggur ferðina. T.d. dekkar ein avlýsingartrygging teg og tíni, um tit vera sjúk og ikki sleppa avstað á ferðina. Kanna at tryggingin fevnir um landið, tit ferðast til, og minst til Bláa kortið.

Ferðast tú við bili, er týdningarmikið at minnast til Reyða tryggingarkortið. Eisini er gott, at tú setir teg inn í krøv til trygdarútgerð í bilinum, í teimum londunum ferðin gongur til.

Umráðandi við tveimum gjaldskortum

Um annað kortið skuldið blivið burtur ella óvirkið á ferðini, er sera hent at hava tvey kort við á ferðini. Tað eru ymisk kortsløg at velja millum og ymiskt er eisini, hvussu kortini virka og hvørjar fyrimunir og avmarkingar, tey hava.

Er kortið burturmist, ella hevur tú illgruna um, at kortið verður misbrúkt, kanst tú sjálv sperrað kortið í netbankanum. Um tú ikki hevur møguleika til at sperra kortið sjálv beinanvegin, mást tú ringja til bankan ella til Nets.

Ansast skal altíð eftir gjaldskortinum. Í útlandinum er kanska serliga umráðandi at minnast til:

  • At loynitalið skal verjast til eina og hvørja tíð ??? eisini í sjálvtøku
  • Tryggja tær, at handilin tekur røttu upphæddina av kortinum, áðrenn tú góðkennir keypið, og goym kvittanirnar
  • Halt eyga við bókingum á kontuni, annaðhvørt um Netbankan, Boðtænastuna ella á kontuavriti

Ymisk hámørk

Í fremmandum gjaldoyra er nýtsluhámarkið á Visakortinum 25.000 kr. yvir 30 leypandi dagar.

Ymisku sløgini av Mastercard hava ymisk hámørk ??? hámørkini eru at finna a heimasíðunum hjá bankunum.

Gev eisini gætur, at ymiskt er, hvussu nógv til ber at taka út pr. dag í reiðum peningi.

Netbankan á telefonina

Við Netbankanum sum app fært tú fylgt við, akkurát hvat hendir á kontunum, tá tú vilt og har tú vilt; bara tú hevur atgongd til netið.

Í Netbankanum sum app kanst tú eisini lætt og skjótt sperra tíni gjaldskort, um tú hevur mist kortið burtur, ella hevur varhugan av, at tað verður misbrúkt.

Góða ferð :-)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder