JN

Biskupsgarður ein sólskinssøga

...

2013-07-26 17:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seks ár eru liðin síðani fólkakirkjan varð yvirtikin sum føroyskt málsøki. Hetta tíðarskeiðið eru stórir batar framdir á mongum økjum. Kirkjuráðini eru tilvitað um sína uppgávu. Sóknarprestarnir, kirkjutænarar og fólkið ger eitt megnar arbeiði. 


Eisini á einum øðrum øki gongur væl. Hugsi um bygningarnar hjá fólkakirkjuni, bæði kirkjur og prestagarðar. Saman við góðum fólki hava Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn brotið upp um armar, hóast fíggjarligu útlitini í samfelagnum ikki hava verið av teim bestu hesi seinastu árini. Tað ræður um dirvi, vit og skygni. Einki stórvegis verk verður avrikað av máttloysi og mótloysi. 

Sum áður umrøtt í fjølmiðlunum eru munandi ábøtur framdar í Biskupsgarði. Dagføringin av garðurin er miðskeiðis í røðini av teim 19 gørðunum, ið Føroya Stiftsstjórn umsitur vegna Kirkjugrunnin. Ein glotti sæst framman stavn, nú rógvið er hálva leið á hesum teini. 

Støðan á gørðunum var ikki góð, tá ið yvirtøkan varð framd. Biskupsgarður var einki undantak. Í eitt ár hava bæði biskupur við húski og skrivstovan húsast aðrastaðni í býnum, nú garðurin var byggipláss. 

Í juni í ár var arbeiðið at umvæla og dagføra garðin liðugt. ??rslitið er fyrimyndarligt, og eitt vælaverk er lagt úr hondum. 

Tíðarætlanin helt, sjálvt um avbjóðingar komu undan kavi, tí rot og annar bági gjørdi vart við seg, so hvørt sannleikin millum skins og hold var opinlýsur. Kostnaðarætlanin helt rímiliga væl og var innanfyri sveiggið, ið vit roknaðu við. 

Orsøkin til henda greinastubban er einans at siga frá eini sólskinssøgu. Tað var ein frægd at standa á síðulinjuni og vera vitni til hesa umbygging. Fyrimyndarligt samskifti við allar partar, ikki minst Landsverk. 

Føroya Stiftsstjórn samstarvar við Landsverk, ið hevur høvuðseftirlitið við gørðunum og er ráðgevandi myndugleiki. Bárður í Baianstovu, arkitektur, umboðar LV í samstarvinum við Føroya Stiftsstjórn. Eitt fakligt samstarv við avbera góðum samskifti. Undirritaði hevur ta fatan og er sannførdur um, at fakligur dugnaskapur saman við góðum samskifti skapar ein eldhuga, ið gevur fakliga góðsku á hægsta stigi. Og so kemur nøgdsemi av sær sjálvum. 

LV fekk arkitektar 99 at tekna og standa fyri út- og umbyggingini. Sigast má, at vit hava fingið eini munandi betri sethús, eina ljósa og liviliga skrivstovu og eitt fríari og vakrari øki. Føroya Stiftsstjórn, ið varar av biskupsgarði, er sera væl nøgd við tilgongdina og úrslitið. Okkum hóvar væl ta nýggju útsjóndina, ið boðar frá opinleika. Ikki minst skrivstovan gevur arbeiðsumstøður, ið vilja nakað. 

Valbjørn Dalsgarð, byggimeistari, fekk arbeiðið í kapping við aðrar. Sigast má av sonnum, at Valbjørn og hansara fólk og tey, ið hann hevur samstarvað við, hava latið úr hondum eitt dygdargott handverk. 

Nú er tað umsitingin, og ikki biskupur, ið hevur havt tað fakliga samskiftið við allar omanfyri nevndu partar vegna Føroya Stiftsstjórn. Eisini hesin innanhýsis parturin er væl frágingin. 

Tó, vil eg fegin nevna, at tað var mær ein frægd at vitja økið nakrar ferðir. Orðfellið sigur, at sjáldan er forvitin fegin. Tað sama kann ikki sigast í hesum føri. Tað var mær til mikla gleði, alt tað, ið eygað sá. Hvørja ferð fór eg væl nøgdur út úr upprunaliga bústaði okkara og av skrivstovuni, sum í eitt knapt ár var arbeiðspláss hjá Valbirni. 

Tað gekk sera væl, - og tess vegna er henda sólskinssøgan skrivað. Nógv er gott, eisini í almennari bygging. 

Tað skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur á www.folkakirkjan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder