JN

Bilur funnin á Oyndarfirði

....

2014-04-11 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar:Ein bilur er funnin út fyri gomlu bryggjuni í Oyndarfirði.


Tað váttar løgreglan í Havn.

Enn ber ikki til at siga, um talan er um bilin hjá eftirlýsta Klæmint Eli Poulsen, sum leitað hevur verið eftir seinastu tveir dagarnar.

Fólk eru send á staðið at fáa bilin upp.

KVF, skrivar seinni í dag

Kavarar hava funnið líkið av Klæmint Eli Poulsen í Oyndarfirði.

Tíðliga seinnapartin funnu kavarar líkið av 48 ára gamla Klæminti Eli Poulsen í bilin hjá honum, sum varð funnin á sjónum 15 metrar frá gomlu kajini í Oyndarfirði.

Tað var ein borgari í Oyndarfirði, sum sá oljublett á sjónum og boðaði løgregluni.

Bjargingarbáturin Lív fóru á staðið og kundi staðfesta, at ein bilur lá á botni.

Tey umborð á Lív boðaðu løgregluni frá, og síðani vórðu froskmenn sendir niður at kanna bilin.

Teir staðfestu at hetta var bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen, og at líkið av honum var í bilinum.

Kristian Dahl, politikommisserur, veit enn ikki hvat er hent, og heldur ikki nær bilurin kann verða farin á sjógv.

Hann sigur, at fleiri kanningar skulu gerast, og nakrar avhoyringar skulu gerast aftrat.

Akstovan skal kanna bilin.

Sostatt er leitingin eftir Klæminti Eli Poulsen nú avblást.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder