JN

Bílegg pláss á Bátastevnuni 16. og 17. mai 2014!

...

2014-03-24 03:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??tlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til [email protected] ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar.

Kostnaðurin fyri bæði pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum. Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 9. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og atgongdarkort verður útflýggjað / sent við postinum.

Eftir 9. mai ber til hjá bæði bátum og húsvognum at koma á Bátastevnu. Tá verður avroknað á staðnum. Møguleiki verður at síggja sítt bátapláss á www.bs.fo .


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder