2014-05-27 14:58
Mikudagin 28. mai hevur Føroyska Bíbliufelagið aðalfund í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju ??? og IKKI sum áður lýst í Vesturkirkjuni.
Aðalfundurin er árliga tiltakið hjá Bíbliufelagnum, har limir felagsins savnast um arbeiðið, sum Bíbliufelagið ger.
Skráin verður sambært viðtøkum felagsins við frágreiðing frá arbeiðinum, orðaskifti, val av nevndarlimum v.m.
Gestarøðari á aðalfundinum verður Morten Thomsen Højsgaard, aðalskrivari hjá danska Bíbliufelagnum.
Eisini syngur Martin Joensen nakrar sangir.
Til ber at seta seg sum lim á aðalfundinum.
Aðalfundurin byrjar kl. 19.30.
Les meira á www.biblia.fo
Føroyska Bíbliufelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald