Mentan

Betri letur 200.000 kr. til Reyða Kross í sambandi við korona

...

2020-04-02 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Betri-samtakið letur 200.000 krónur í stuðli til Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi Føroya. 

Hjálparnetverkið bjóðar ókeypis hjálp í sambandi við korona-kreppuna, millum annað sálarligaráðgeving frá løggildum sálarfrøðingi, at flyta fólk í heimauppihald og sóttarhald, at stuðla og prátavið fólk, sum eru einsamøll ella í sóttarhaldi, at vegleiða fólki, ið ikki skilja føroyskt, umframt mat- ogklædnahjálp og hjálp í sambandi við praktiskum uppgávum so sum innkeypi og at ganga túr viðhundum. 

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sigur: ???Vit í Reyða Krossi eru sera fegin um, at Betriupp á stutta tíð vildi veita okkum stuðul, sum ger tað møguligt at hava Hjálparnetverkið í hesiserligu kreppustøðu. Við sjálvbodnari og professionellari orku tálmar og bøtir Hjálparnetverkið hjáReyða krossi um menniskjaliga neyð og samfelagsligar avbjóðingar, ið standast av korona her íFøroyum. Stuðulin frá Betri Stuðulsgrunninum tryggjar, at Hjálparnetverkið fær hjálpt føroyingumkomandi tíðina. Hesin stuðulin er tískil kærkomin, og eru vit í Reyða krossi sera takksom.??? 

Sum serføroyskt samtak, letur Betri gjøgnum Betri Stuðulsgrunnin burtur av yvirskotinum ísamtakinum til vælgerandi endamál í føroyska samfelagnum ??? serliga til sjúkufyribyrgjandi,skaðafyribyrgjandi og tryggleikaskapandi endamálum. Betri hevur í sambandi við korona-kreppuna,umframt stuðulin til Reyða Kross, latið 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder