2021-06-24 16:11
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Berlys Nordendal í starvið sum skúlastjóra í Fuglafjarðar skúla. Berlys er 40 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2016, prógv sum námsfrøðingur í 2013 og tók í vár prógv sum nýkognitivur sálarterapeutur. Berlys er harumframt í holt við at taka masterútbúgving í leiðslu.
Berlys hevur undirvísingarligar royndir sum lærari og leiðsluroyndir bæði sum varaskúlastjóri og leiðari í Ungdómshúsi. Hetta síðsta skúlaárið hevur hon verið í starvi sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.
Berlys tekur við starvinum sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla tann 1. august 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald