Ágóðin frá árliga
jólahugnanum hjá Lions Club Tórshavn í desember fór til Beran, ið hevur
sorgarbólkar fyri børn, ung og avvarðandi, ið hava mist ein av sínum kæru,
umframt nú eisini bólkum fyri børn við álvarsliga sjúkum foreldrum
Í áravís hevur Lions Club Tórshavn skipað fyri jólahugnanum
í Plantasjuni í Havn, og hvørjað ferð hevur okkurt vælgerðartiltak fingið
ágóðan av, at seldar eru jóladekoratiónir og annað, ið kann hugna um í advents-
og jólatíðini.
Hesaferð var tað so Berin, ið fekk ágóðan upp á 30.000
krónur, sum millum annað kann gagna arbeiðinum at stovna stuðulsbólkar fyri
børn, ið hava álvarsliga sjúk foreldur.
Frammanundan hevur Berin í mong ár havt sorgarbólkar fyri
børn, ið hava mist, men nú ætlanin eisini er at fáa hjálpt teimum børnum, ið
hava álvarsliga sjúk foreldur, vil Lions Club Tórshavn gjarna rætta eina
hjálpandi hond.
Umframt at skipa fyri sorgar- og hjálparbólkum, veitir Berin
avvarðandi, vinum, fakfólki og øðrum ráðgeving, vegleiðing og stuðul, og eisini
hevur Berin alment kunnandi og fyribyrgjandi virksemi, ið eitt nú kann vera
fyrilestrar á skúlum og stovnum
Kjarnu uppgávan er at virka fyri, at sum frálíður skulu
børn, ung og avvarðandi gerast betur før fyri at handfara sorgina, so tey
lættari aftur kunnu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast
og liva við missinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald