Mentan

Bendilormar í føroyskum harum

...

2017-12-26 21:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í vetur hava fleiri harumenn gjørt vart við, at teir hav funnið bendilormar í harum.

Eg kundi gott hugsað mær at vita, hvat slag av bendilormum talan er um. Eg fari tí at heita á tykkum harumenn um, at næstu ferð tá tit fletta harur og síggja ein bendilorm , um at goyma ormin og senda mær hann.

MANNAGONGD
- Legg bendilormin í ein lítlan plastikkposa.
- Skriva: Dato ??? Navn á haga ??? Títt egna navn - á ein seðil og legg í plastikkposan.
- Bind fyri, og legg plastikkposan í frystiboksina. So kann eg fáa bendilormin, tá høvi býðst.
- Finna tit bendilormar í fleiri harum, skulu bendilormarnir frá hvørjari einstakari haru goymast fyri seg.
- Skuldi tað hent, at fleiri bendilormar í somu haru, skulu hesir leggjast í sama plastikkposa.

UM BENDILORMAR
Tað finnast nógv ymisk sløg av bendilormum. Vit kenna í dag umleið 3.400 sløg, sum í stødd kunna vera frá ½ cm til einar 15 metrar til longdar. Bendilormar liva sum parasittar í tarminum og búkholuni á ymiskum ryggdýrum, eitt nú haru. Kroppurin á bendilormi er samansettur á nógvum liðum. Á framendanum er eitt høvd, sum hevur krókar og súgvukoppar, og sæst týðiliga.

LÍVSRINGRÁSIN
Bendilormar hava eina lívsringrás, sum kann vera eitt sindur innviklað, og krevur ofta fleiri millumvertir fyri at ormurin kann mennast frá eggi til tað fullvaksna dýrið.

Tann vaksni bendilormurin leggur gitin egg inni vertdýrinum, sum so koma út saman við skarninum . Egg ella larvur verða síðan etin av einum millumverti, sum kann vera eitt gnagdýr, skordýr, snigil ella okkurt annað slag av dýri . Eggini klekjast í tarminum á millumvertinum, og larvurnar seta seg fastar ymsastaðni í kroppinum, men ikki í tarminum. Um hesin fongdi millumverturin verður etin av einum øðrum dýri, t.d. haru, so mennist parasitturin til eitt vaksnar bendilorm, og lívsringrásin er tá fullfíggjað.

Fyri at finna vaksnar bendilormar, er sostatt neyðugt, at bæði vertur er millumvertir eru til staðar. Manglar millumverturin, steðgar menningin, og vit fáa tí ikki teir vaksnu bendilormarnar. Flestu sløgini av bendilormum eru knýtt at einum ávísum slagi av vertdýri (tey eru vertpesifikk), og tí eru tað ymisk sløg av bendilormum, sum eru í ymisku sløgunum av dýrum.

Um vit fáa staðfest, hvat slag av bendilormi tær føroysku harurnar hava, so skuldi eisini borið til at funnið fram til, hvør ella hvørjir millumvertinir eru.

Hvat slag av bendilormi, sum er í teimum føroysku harunum, vita vit ikki, men um tit eru sinnaðir at hjálpa mær, kunna vit kanska í felag loysa hesa gátuna, men hetta krevur, at tit sum skjóta og fletta harur, hjálpa mær, og senda mær bendilormmarnar.

Vinarligast

Eyðfinn Magnussen
Fróðskaparsetur Føroya
Fartel. 265831

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder