2018-05-21 22:31
Hvítusunnudag 20. mai 2018 varð fyrsta Ebbu-virðislønin latin í auluni á Finsen.
Virðislønin, sum er uppkallað eftir Ebbu Hentze, er 25.000 krónur, og verður latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur.
Í røðuni segði Sissal Kampmann, nevndarlim í Rithøvundafelag Føroya millum annað:
"Ungi høvundin, ið hevur sýnt serligar gávur, og hin fyrsti at taka ímóti Ebbu-virðislønini hevur tað dirvið, ið skal til, fyri at taka upp svár evni, ið lívið eisini rúmar. Evni, vit helst vildu verið fyri uttan. Evni, ið eru so trupul at rúma hjá okkum menniskjum, at tað nærum er ógjørligt at arbeiða við teim, tí tey snúgva seg um sorg og um tap, men ikki minst um at reisa segaftur. Men hóast avbjóðingarnar og tað megnartak, tað hevur verið at sett seg vid pappírinum at arbeiða við skriftini sum amboð og sum lummalykt út úr myrkrinum, hevur hann givið okkum lesarum innlit, lærdóm og møguleika at finna orð, um okkara egnu orð ikki røkka. Eitt arbeiði, Ebba hevði verið errin av at sæð eitt ungt menniskja avrika. Eitt arbeiði, ið borgar fyri góðsku og fyri at vit hava nógv áhugavert í væntu frá høvundanum í framtíðini.
Fyrsta EBBU-virðislønin varð latin Beini Bergsson, fyri yrkingasavnið,Tann lítli drongurin og beinagrindin.

Grundgevingin fyri at Beinir er virðiligi móttakarin av Ebbu-virðislønini 2018 er:
Beinir Bergsson sýnir í verkinum, Tann lítli drongurin og beinagrindin stórt dirvi, málsligar- og skrivligar førleikar, hugflog og evni at skapa vón og bata úr sorg. Við skriftini at lata lesaran inn í ein heim, ið er mongum kendur, eins og hann er mongum ókendur. Við yrkingasavninum verður lesarin leiddur á eina ferð, har stóru kenslurnar, óttin og ræðslan ganga hond í hond vid vónini, gleðini og dirvinum til at tora at seta seg niður at hyggja at tí, ið fyriferst. Á henda hátt at viðgera lívsins avbjóðingar á ein skapandi, mennandi, læruríkan ikki sentimentalan hátt, og harvið geva, ikki bert sær sjálvum, men eisini lesaranum, ein møguleika at finna orð, id viðgera hesi truplu evni. At hava hetta yrkingasavnið á føroysku bókahyllini er ein gáva, ið ikki kann undirmetast, tí hvussu kunnu vit finna linna, ugga, læra ella endurskapa úr upploysnini, um slík verk og tilfar ikki er tøkt?
Hóast evnið í savninum er sjúka og deyði, ótti og sorg, ber savnið samstundis vónina í sær. Lyktin, ið megnar at lýsa upp myrkrið er tendrað í savninum, og ikki bert lýsir hon vegin út úr tí umfevnandi myrkrinum, hon varpar samstundis ljós á ein heim, ið alt ov sjáldan verður upplýstur.
Vit eru fegin um at lata Beini fyrstu Ebbu-virðislønina, og meta, han er ein sera virðiligur móttakari. Ein ungur, gávaður, djarvur høvundi, ið longu hevur ríkað okkum og okkara bókmentaheim, og sum vit vóna, framhaldandi fer at geva okkum nógvar ríkandi lesiupplivingar, lærdóm og ljós í og úr myrkrinum."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald