Mentan

Beinta - the untold story

...

2018-04-20 10:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fá í Føroya søgu munna vera so nógv umtala sum Beinta ella Bente Christine Broberg, sum hon var doypt, og tað ikki fyri tað góða. Illa - Beinta er eyknevnið, hon hevur fingið. Hon skal hava verið ein gírig hørð húsmóður og full í óndum gandi. Hon skal hava gjørt tveir av sínum monnum svakar og tikið lívið av teimum. Tiltikin vøkur skal hon hava verið, men heldur ikki tað var fyri tað góða. Eingil uttan og dæmon innan hevur onkur av teimum mongu, sum hava skrivað um hana, ført fram.


Beinta livur í sagnum og í skaldskapi skrivaður av monnum. Men har finnast eisini søgulig skjøl, sum kunna siga okkum eitt sindur um, hvat í veruleikanum hendi og ikki hendi. Hesi skjøl hevur Lydia Elisa Laksafoss savnað saman. Hon hevur í nógv ár savnað saman nógv tilfar um Beintu. Í hesum arbeiði hevur teknað sær eina mynd av eini kvinnu, sum ikki samsvarar við tað kvinnumyndina av Beintu, vit kenna frá sagnunum og skaldskapinum.

Í samband við Savnsfagnaðardagarnar 2018 hevur fyriskipari fyri Savnsfagnaðin sett seg í samband við Maritu S. Dalsgaard leikstjóra, og biðið hana skriva ein leik, ið gevur Beintu ta uppreisn, hon hevur uppiborið. Leygardagin tann 21. apríl ferð Annika Johannessen, sjónleikarinna at siga frá søguni, sum vit ímynda okkum Beintu.

So, eftir tríhundrað ár fær Beinta nú sjálv orðið í Listastovuni tann 21. apríl kl. 15.00.

Leikurin er skipaður sum ein serlig uppliving við einum sight-specigic parti eisini. Kl. 11.00 verður skipað fyri gongutúri úr Sandavági, byrja verður við Gamla skúla, eftir Søguslóðum, Lydia Laksafoss og Jákup Pauli í Eyðansstovu koma at greiða frá. Eisini verður greitt frá Beintu, sum endaði sínar dagar í Sandavági, í Miðvági verður fylgt í fótasporunum hjá Beintu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder