Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - Kyndil

...

2014-04-17 20:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrsti finaludysturin millum VÍF og Kyndil, sum var spældur í Vestmanna er av.

Tað vóru gestirnir úr Havn, sum byrjaðu nógv betri, og eftir teir fyrstu fimm minuttirnar var støðan 1-3 til Kyndil. Soleiðis gekk gongdin í dystinum eisini næstu minutturnar. Eftir 16. min var støðan 4-8. Fyrsta korterið sluppu kvinnurnar úr Vestmanna ikki ígjøgnum verjuna hjá gestinum úr Havn.  Og tað tað var eisini gongdin sinnu helvt av hálvleikinum, tí tað komu bara 7 mál seinna korterið í fyrra hálvleiki. Grundin til at tað komu so fá mál í fyrra hálvleiki var, at verjurnar og helst málmaðurin hjá Kyndil, Kristina Griksaite, stóð so væl. Hálvleik støðan gørdist 7-12.

VÍF kom út til seinna hálvleik, sum eitt ódnarveður. Har Liljan Djurhuus fekk nøkur mál beinavegin. Eftir 45. min. var støðan bara tað eina málið á muni 12-13. Men so kom glið á Kyndla spæli aftur, Kyndil hevði bara hevði fingið eitt mál í seinna hálvleiki. Og teir næstu 10. min. var støðan 14-18. Dysturin endaði 16-19.

Hesin dysturin líktis hinum dystinum, sum liðini hava spælt í hesum kappingarárinum. Hørð verja og fá mál.

Simona Petersen fekk 10 mál fyri Kyndil og Liljan Djurhuus fekk 6 mál fyri VÍF.

Liðugt: Dysturin endaði 16-19 til gesturnar úr Havn.

60. min. Liljan minkar um munin við einum straffi. Støðan er 16-19.

59. min. Við sínum 10. málið leggur Simona Kyndil á odda 15-19.

58. min. Bjarta verður víst 2. min. út, so statt eru líka nógvir spælarir á vøllinum aftur.

57. min. VÍF livur enn í vónuni um at fáa stig við frá hesum dystinum. Durita L. skorar til 15-18. Aftur verður Annika Poulsen víst út í 2. min. tað var hennara 3. útvísing, so statt sleppur hon ikki inn aftur í hesum dystinum. Steinbjarta tekur straffi frá Simonu.

56. min. So var aftur straffi til Kyndil. Aftur skorar Simona. Støðan er nú 14-18.

55. min. Við sínum fyrsta málið í dystinum frá Bjartu so eru aftur 3. mál á muni. Støðan er 14-17.

54. min. Durita L. minkar um munin til 14-16.
Sí eisini myndir frá dystinum.

52. min. VÍF fær straffi og Liljan tekur sær væl av tí. So skora Kyndil tvey skjót mál av Simonu og Annu Sofíu. Støðan er 13-16.

50. min. Kyndil fær aftur straffi, og aftur tekur Simona tað og hon skorar til 12-14.

49. min. Annika Poulsen fær sína aðru útvísing. Aftur mansverja Kyndil tvær frá VÍF. Steinbjarta hevur eina mastara bjarging.

47. min. Steinbjarta bjargar enn einaferð, hon hevur bara lati eitt mál ígjøgnum seinna hálvleik.

45. min. Durita C. spælur Agnas púra fría, men hon brennur. VÍF viðhaldsfólk vilja hava straffi. Durita C. hevur minka um munin til 12-13. Sophus tekur time - out.

43. min. Liljan fekk nú sítt 3. mál í seinnahálvleiki. Nú eru bara tvey mál á muni. Støðan er 11-13.

42. min. Bjarta hjá Kyndil fær 2. min. fyri at fella Duritu C. heldur harðliga.

41. min. Tað eru bara komin 3. mál fyrstu 10. min. ??ll eru follin til heimaliðið.

39. min. Agnas Olsen skorar sítt fyrsta mál, tá hon verður spæld sera frí á strikuni. Støðan er 10-13.
Sí eisini myndir frá dystinum.

36. min. Støðan er enn 9-13.

33. min. Liljan leggur hart út og skorar aftur. Bára skorar í hinum endanum. Støðan er 9-13.

32. min. Liljan skorar fyrsta málið í seinna hálvleiki. Støðan er 8-12.

31. min. Dysturin er í gongd aftur.

Hálvleikur: Fyrstu 30. min. eru merktir av høðrum verjum og einari Kristina Griksatie í serflokki.

30. min. Sóley skorar sítt fyrsta mál, og Simona Petersen veskur um munin aftur beinavegin. Støðan er nú 7-12.

29. min. Sophus Dal Christiansen tekur time - out. Simona verður mansvard.

27. min. Anna Brimnes straffar VÍF og skorar uppá kontra. Agnas Olsen hevur ein sera stóran avbrennara. Støðan er 6-11.

25. min. Durita C. skorar frá spýskum. Støðan er nú 6-10.

23. min. Nú VÍF aftur eru undir mannaðar, so taka Kyndlakvinnur, tvær VÍF damur úr spælinum.

22. min. Aftur verður Bára feld, og aftur tekur Simona straffi og skorar til 5-10 og hennara 5. mál. Eilin fær 2. min.

21. min. Bára verður feld og aftur tekur Simona sær væl at straffinum tær fáa. Støðan er nú 5-9.

20. min. Durita C. skorar sítt annað mál. Støðan er 5-8.

19. min. Agnas verður spæld púra frí, men Kristina stendur í vegin og bjargar.

18. min. Liðini fáa ikki spælt seg gjøgnum verjurnar.

16. min. Støðan er enn 3-8. Kári Mortensen tekur time - out. Tóra fintar alla verjuna av og skorar sítt fyrsta mál í dystinum. Støðan er nú 4-8.

12. min. Simona skorar enn einaferð. VÍF verður dømd álopsfeil og tað straffar Ludvig. Støðan er 3-8.

11. min. Durita Ljóstein skorar fyri VÍF. Kyndil fær straffi og tað tekur Simona sær væl av. Støðan er nú 3-6.

10. min. Nú Annika er úti við 2. min. So mansverja Kyndil tvær VÍF damur. Simona skorar sítt fyrsta mál í dystinum. Støðan er 2-5.

8. min. Bára skorar sítt annað mál og samstundis fær Annika Poulsen 2. min. Støðan 2-4.

6. min. Liljan sendur ein langan bólt avstað eftir málinum hjá Kyndil og hann fær í málið. Støðan 2-3.

5. min. Turið Arge leggur bóltin sera flott í 3-kantin, støðan er nú 1-3 til Kyndil.

3. min. Jórun fær fyrsta málið í dystinum, og Durita C javnar til 1-1. Bára leggur skjótt Kyndil frammum aftur til 1-2.

1. min. So er dysturin í gongd. Fyrsta minuttin hava bæði liðini gjørt feilir í áloppartinum.

Sí eisini myndir frá dystinum.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttur, Viviann Petersen, Tóra Seloy, Durita Ljóstein, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus, Rakul Joensen, Durita Christopersen, Annika Patti, Randi Virgarsdóttir, Guðrið Poulsen, Sóley Hórará, Eilin Hansen og Agnas Olsen.

??tskiftingarbonkur: Jóhan Poulsen, Sveinbjørn Poulsen, Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir.

Kyndil: Røskvá S. Nielsen, Kristina Griksaite, Tomma Petersen, Jórun S. Ludvig, Bára K. Hansen, Anna Sofía M. Mohr, Asleyg Súnadóttir, Bjarta O. Johansen, Anna Brimnes, Beinta Barðardóttir, Turið Arge, Simona Petersen, Annika Sigurðdardóttir, Guðrun R. Olsen og Randi Wardum.

??tskiftingarbonkur: Andreas F. Hansen, Sophus Dal Christiansen, Leif Kristoffersen og Anja Heinadóttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder