Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - KÍF

...

2016-10-05 18:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Betra liðið vann. VÍF vann 32-26 á KÍF. VÍF vann sær ein mun uppá nøkur mál í fyrra hálvleiki, og kláraðu at halda frástøðu allan dystin.

Málskjúttar: 

VÍF: Filip 8, Hanus 7, Julian 7, Andrias 5, Rúni 3, Sjúrður 1 og Jugoslav 1.

KÍF: Hans Eli 6, Andrias 5, Teitur 3, Rógvi 3, Frederik 3, Jákup 2, Ási 2, Poul Finnur 1 og Fríði 1.

60. min. Andrias minkar um munin til 31-26. Julian skorar til 32-26.

59. min. Filip skorar til 31-24. Brotskast til KÍF, Rógvi tekur sær av tí, og skorar til 31-25.

58. min. Teitur skorar til 30-24.

57. min. Frederik minkar um munin til 29-23. Frederik verður vístur av vøllinum í 2. min. Rúni skorar til 30-23.

56. min. Filip skorar til 29-22.

55. min. Fríði minkar um munin til 28-22.

53. min. Teitur roynur frá egnari hálvu, men rakar á stongina, hann klárar at verða skjótasti spælarin til bóltin aftur, og skorar til 28-21. VÍF tekur time-out.

52. min. Brotskast til KÍF, Rógvi tekur sær av tí, og skorar til 28-20.

51. min. Filip skorar til 28-19.

50. min. Hanus skorar til 27-19.

49. min. Rógvi brennur ein 100% møguleika.

48. min. Andrias roynir seg aftur, men hesufer rakar hann viðsíðurnarav. Sjúrður skorar til 26-19.

47. min. Andrias skorar frá egnari hálvu í tómt VÍF mál til 25-19.

46. min. Filip skorar til 25-17. KÍF tekur time-out. Ási minkar um munin til 25-18.

45. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar til 24-17.

44. min. KÍF spælarnir síggja ikki at eingin er í VÍF málinum. Mladen ger stórbjarging, tá hann er í málinum. Jeppe fær bæði blátt og reytt kort. Tað fær hann fyri at hamra ein dunk niður í vøllin.

43. min. Brotskast til KÍF, VÍF skifta málverja til brotskastið, og Magnus bjargar skotinum frá Hans Eli.

42. min. Hanus hevur víst stórspæl í dag, og skorar til 23-17.

41. min. Hans Eli minkar um munin til 22-17.

40. min. Hanus skorar til 22-16, og Ási verður vístur út í 2. min.

39. min. Andrias økir um munin fyri VÍF til 21-15. Andrias minkar um munin fyri KÍF til 21-16.

38. min. Filip skorar til 20-14. KÍF hevur tikið eitt time-out. Allarhelt eitt time-out ið er neyðugt, um teir skulu gera sær nakran tanka at koma aftur í dystin. Emil er nú komin í KÍF málið. Andrias minkar um munin til 20-15.

37. min. Julian skorar til 18-12. Poul Finnur minkar um munin til 18-13. Hanus skorar til 19-13. Hans Eli skorar til 19-14.

36. min. Frederik minkar um munin til 17-12.

35. min. Brotskast til VÍF, KÍF royna at seta Emil inn, hann fær fingrarnar á skotið frá Filip, sum skorar til 17-11.

34. min. Frederik púra fríður av veinginum, fær skotið forbíð Mladen men rakar tvørttræði.

33. min. Andrias verður sendur í skjótálop, Marcus bjargar skotinum uttan stórvegis trupuleikar. Poul Finnur roynir seg, Mladen bjargar skotinum.

32. min. Julian skorar til 16-11.

31. min. Seinni hálvleikur er nú í gongd. KÍF byrjar við bóltinum.

Soleiðis byrja liðini:

VÍF: Mladen, Hanus, Filip, Julian, Jugoslav, Rúni og Andrias.

KÍF: Marcus, Frederik, Andrias, Ási, Hans Eli, Poul Finnur og Jákup.

Hálvleikur: VÍF eru á odda 15-11. VÍF byrjaði dystin betri, og komu á odda 7-3, KÍF fingu so tvey mál afturat. Ingi tók so time-out, og VÍF fekk veruliga loyst seg leysan frá KÍF, og komu á odda 12-6. Síðani fingu VÍF tvær útvísingar, og KÍF tók time-out. KÍF fekk so minkað um munin til 15-11 áðrenn hálvleikin. Hondbóltspæli er ikki nakað at reypa av.

30. min. Julian skorar uppá skjótálop til 15-11.

29. min. Rùni skorar til 14-10. Jákup minkar um munin til 14-11.

27. min. Hans Eli skorar til 13-9. Andrias minkar um munin til 13-10.

26. min. Flott spæl av VÍF, sum endar við at Andrias skorar til 13-8.

25. min. Hans Eli minkar um munin til 12-7. Frederik minkar um munin til 12-8.

24. min. Hanus verður vístur av vøllinum í 2. min. Jugoslav verður vístur av vøllinum í 2. min. og brotskast til KÍF, Ási tekur sær av brotskastinum, Mladen bjargar enn einaferð. Ási fær fatur á returinum, men Mladen stendur aftur í vegin fyri Ása. KÍF tekur time-out.

23. min. Hanus skorar til 12-6.

22. min. Brotskast til VÍF, og Frederik verður vístur av vøllinum í 2. min. Julian tekur sær av brotskastinum, og skorar til 11-6. Andrias (KÍF) verður vístur 2. min. av vøllinum.

21. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, men Mladen bjargar. Rógvi fær fatur á returinum og skorar til 10-6. 

20. min. Julian skorar til 9-5. Jákup roynir at lobba bóltin uppum Mladen, tvørttræði er fyri. Andrias skorar til 10-5.

19. min. KÍF royna í løtuni at spæla við 7 í álopinum.

18. min. Jákup minkar um munin til 7-5. Ingi tekur time-out. 6. min. síðani VÍF fekk sítt seinasta mál. Rúni skorar til 8-5.

15. min. Hanus fær gult kort.

14. min. Hans Eli minkar um munin til 7-4. Ási fær gult kort.

13. min. Julian verður sendur í skjótálop, hann fær einki burturúr royndini.

12. min. Andrias verður sendur í skjótálop, og skorar til 7-3 til VÍF.

10. min. Hans Eli minkar um munin til 5-3.  Hanus skrúðar bóltin inn til 6-3.

9. min. Hanus lobbar bóltin uppum Marcus til 5-2.

8. min. KÍF mansverja Filip. Julian skorar til 4-2.

7. min. Rúni fær gult kort.

6. min. Hans Eli javnar til 2-2. Brotskast til VÍF. Rógvi fær gult kort. Filip setur brotskastið sera væl upp í høgra hjørn til 3-2.

5. min. Andrias leggur VÍF á odda 2-1. 

3. min. Mladen bjargar skotinum frá Ása, men KÍF fær bóltin aftur tí hann fer út til innkast. Jugoslav javnar til 1-1. Julian fær gult kort.

2. min. Ási leggur KÍF á odda 0-1. Marcus bjargar tveimum teimum fyrstu royndunum hjá VÍF.

1. min. So er dysturin farin í gongd. Tað er VÍF ið byrjar dystin.

Hesir byrja inni:

VÍF: Mladen, Andrias, Rúni, Julian, Filip, Hanus og Jugoslav.

KÍF: Marcus, Teitur, Jákup, Frederik, Rógvi, Hans Eli og Ási.

VÍF tekur í kvøld móti KÍF í FTZ-deildini. VÍF er oddalið saman við H71 við 6 stigum fyri 3 dystir. KÍF hevur 4 stig fyri 2 dystir. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum í Vestmanna. Dysturin byrjar klokkan 20:00.

VÍF: Magnus Matras, Uni H. Petersen, Mladen Mjerimalcka, Sjúrður Olsen, Jóhan í Garðastovu, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Jákup Andrias Joensen, Andrias Eriksen, Jón Muller, Høgni Zachariassen, Jugoslav Djumic og Filip Jojic.

Bonkur: Ingi Olsen, Hjalmar K. Olsen, Jongerð Nielsen og Jákup Durhuus.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Marcus Møjbjerg, Andrias Nielsen, Poul Finnur Egholm, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Karstin D. í Húsinum, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rògvi Weyhe, Fríði Weyhe, Ási Dam, Jón Suni Kjærbæk og Frederik Sørensen.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen. 

Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder