Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - KÍF

...

2014-04-18 00:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
So er gysarin í Vestmanna millum grannarnar VÍF og KÍF av. Ein sera væl spældur hondbólt dystur, sum hevði alt ein hondbólt dystur skal hava.

Fyrstu minutturnar av dystinum, var tað VÍF, sum var omaná. KÍF fekk einki mál fimm teir fyrstu minutturnar. Men tá Eddie Joensen, venjari hjá KÍF tók time - out eftir bara 7. min. Kom vend í hjá KÍF, hann man hava givið teimum nøkur ordulig orð á vegnum. Tá var støðan 5-1. Longu 6. min. seinni var støðan 7-5. Síðani fylgdus liðini til hálvleik til støðuna 15-13 til heimaliðið.

Seinni hálvleikur var ein gysari av teimum heilt stóru, har VÍF legði seg frammum og so javnaði KÍF, soleiðis gekk seinni hálvleikur, líka til tá 56. min vóru spældir. Tá legði KÍF seg á odda 23-24. Tá blivu tað VÍF, sum máttu javna. Flest allir KÍF'viðhaldsfólk, máttu halda at KÍF fór at vinna dystin, men tað vildi Áki Egilsnes ørvísu, tá ið hann javnaði í allar seinastu sekundinum til støduna 26-26.

Besti skjútti hjá VÍF var Áki Egilsnes við 8 málum og besti hjá KÍF var Hans Eli sigurbjørnsson við 7 málum.

Sí eisini myndir frá dystinum.

Liðugt: Dysturin endaði 26-26.

60. min.
Hans Eli skorar, støðan er 25-26. Áki janvar í allar seinastu sekundinum.

59. min.
Hendrik tekur time - out.

58. min.
Sámal Jákup hevur aftur javna. Støðan er 25-25. Eddie Joensen tekur time - out.

57. min.
Sámal Jákup hevur javna, Tony hevur lagt KÍF á odda.

56. min.
Zarko brennur ein 100% kjans, Emil stórbjargar. Magnus hevur lagt KÍF á odda, 23-34.

54. min.
Agnar brennur ein 100% kjans.

Sí eisini myndir frá dystinum.

53. min.
Magnus er cm. frá at leggja KÍF á odda.

52. min.
Tony javnar av strikuni.

51. min.
Filip skorar til 23-22.

50. min.
Teitur Joensen skorar sítt fyrsta mál og samstundis javnar hann. Í verju spælinum mansverjir hann Filip.

49. min.
Sámal Joensen hevur lagt VÍF á odda, tað var hansara 3. mál. Støðan er 22-21.

48. min.
Rógvi verður vístur 2. min. út.

47. min.
Mads hevur lagt VÍF á odda, og Magnus javnar til 21-21.

46. min.
Magnus hevur javna til 20-20.

45. min.
Áki hevur aftur lagt VÍF á odda. Støðan er 20-19.

44. min.
Hans Eli javnar til 19-19, tað var hansara 5. mál.

42. min.
So fekk Áki 2. min.

41. min.
Aftur straffi til VÍF, Sámal er aftur settur at taka, og hann brennur. Áki hevur aftur lagt VÍF á odda, hann hevur nú skotið 6. mál. Støðan er 19-18.

39. min.
Magnus fintar bæði verjuna og málverjan, og leggur KÍF frammum fyri fyrstufer í dystinum. Hann fær eisini 2. min. í hinum endanum. Støðan er 17-18. VÍF fær straffi, sum Sámal setur heilt uppí tríkantin. Støðan er 18-18.

Sí eisini myndir frá dystinum.


37. min.
Áki er fyrsti spælarin í dystinum, sum kemur á fimm mál. Andrias javnar í hinum endanum til 17-17.

36. min. So fekk Zarko 2. min. Hans Eli hevur aftur javna. Støðan er 16-16.

34. min.
So hevur Áki lagt VÍF á odda aftur. Støðan er 16-15.

32. min.
Andrias og Rúni hava skora hvør sítt mál og nú er javnleikur 15-15.

31. min.
So er dysturin í gongd aftur.

Hálvleikur: Støðan er 15-13.
Stutt um fyrra hálvleik kann sigast, at KÍF kom nógv betri frá byrjan, men eftir góðar 5. min. komu KÍF við í dystin. Dysturin hevur veri sera javnur.

30. min.
Mads skorar tá ið 12 sek vóru eftir av fyrra hálvleiki, og KÍF ger skjótt av og Selvig skorar 1 sek fyri tíð. Støðan er 15-13.

29. min.
Agnar kontrar og hann skorar. Støðam er 14-12.

28. min.
Joen Pauli hevur lagt VÍF frammum aftur. Støðan er 13-12.

27. min.
Rúni hevur javna, hon leyp inn frá spískum og snúraði bóltin í málið.

26. min.
Mads veksur um muntil til 2 mál aftur. Í hinum endanum verður Jákup spældur fríur á strikuni og skorar. Støðan er 12-11.

24. min.
Selvig, kemur lagt upp og skorar. Støðan er 11-9. Magnus Muller kontrar og skorar til 11-10.

23. min.
So hevur stjørnuspælarin, Filip, hjá VÍF fingið sína aðru útvísing. Gerster tekur time - out.

21. min.
VÍF fær straffi, sum Sámal tekur sær av og hann skorar. Støðan er 11-8.

19. min.
KÍF spælur eitt gott álop, sum endar við at Selvig skorar langt úti frá. Støðan er 10-8.

18. min.
Joen Pauli skorar sítt fyrsta mál, og í hinum endanum fær Hans Eli sítt 3. mál. Støðan er 10-7.

17. min.
Lítil steðgur, Andrias Nielsen fer út við skaða í beininum. Eftir at Filip feldi hann.

Sí eisini myndir frá dystinum.


16. min.
Rógvi kastar bóltin til Hans Eli, sum ikki røkkur eftir honum og Emil bjargar mastarliga.

15. min.
Filip er púra fríur og skorar. Støðan er 9-6.

14. min.
Mads skorar av veinginum. Støðan er 8-5. KÍF fær straffi í hinum endanum, hesufer tekur Selvig sær av tí og hann ger ikki, sum undanfarnu, men skorar. Støðan er 8-6.

13. min.
Rógvi skorar sítt fyrsta mál, og støðan er 7-5.

12. min.
Áki er nú komin uppá trý mál. Støðan er 7-4.

11. min.
Áki hevur nú skotið tvey mál. Sámal Jákup fær 2. min. Støðan er 6-3. Hans Eli hevur nú eisini skotið tvey mál. Støðan er 6-4.

10. min.
Andrias Nielsen skorar sítt annað mál. Støðan er 5-3.

8. min.
Hans Eli minkar um munin til 5-2.

7. min.
Áki og Filip fáa hvør sítt mál. Støðan er 5-1. Eddie tekur time - out.

6. min.
KÍF hevur ikki fingið mál fyrstu 5. min. So kom fyrsta málið hjá KÍF, tað var Andrias, sum fekk tað. Støðan er 3-1.

5. min.
So kom Zarko eisini á máltalvuna. Støðan er 3-0.

4. min.
KÍF fáa aftur straffi og hesuferð tekur Hans Eli, hann brennur eisini.

3. min. Filip hevur nó skotið tvey mál í dystinum. Og hann ger straffi í hinum endanum móti Selvig, sum sjálvur tekur, men Eli møtur straffinum. Filip fær 2. min.

2. min.
Filip hevur lagt VÍF á odda.

1. min.
So er dysturin í gongd. Bæði liðini hava brent hvør sín kjans í fyrsta min.

10. min. til start.

Sí eisini myndir frá dystinum.

VÍF:
Eli Muller, Sámal Joensen 3, Julian Olsen, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 1, Áki Egilsnes 8, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Zarko Pejovic 1, Mads Eriksen 4, Tóki Seloy, Teis Rasmussen, Filip Jojic 5, Sjúrður Nielsen, Bjarni Durhuus og Sámal Jákup Djurhuus 2.

??tskiftingarbonkur: Hendrik Gerset, Dejan Lacok, Jákup Durhuus og Jóngerð Nielsen

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 4, Janus Jakobsen, Magnus Muller 5, Rasmus Junker, Pætur Johannesen, Tony Weyhe 2, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Nicklas Selvig 4, Rógvi Weyhe 1, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvson 1 og Ási Dam.

??tskiftingarbonkur: Eddie Joensen, Jóan Pauli Olsen, Zeljko Jotic og Ernst Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder