Ítróttur

Beinleiðis: Kyndil - VÍF

...

2014-04-19 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit á JN.fo ynskja Kyndil tillukku við FM heitinum og VÍF tillukku við silvurinum.

Kyndil hevur vunni greipuna, fyri fyrstufer í søgu felagsins. Tað gjørdu tær við í dag at vinna 14-12 á VÍF. Eftir hálvleikstøðuna 5-4.

Hesin dysturin var ein, sum líktist øllum hinum dystinum, sum hesi bæði feløguni hava leikt móti hvørjum øðrum hetta kappingarári, men hesin var enn málfattikakari enn hinir, sum tey hava spælt.

Skjúttarnir hjá báðum liðnum høvdu ringt við at skora, samstundis við at bæði verjurnar og málverjarnír høvdu ein av sínum bestu dystum.

Liðuni skiftust við at vera á odda, men tað var lagt millum málini. Men tað einu løtuna sá tað út til at vit skuldu fáa eina finalu afturat, men so bleiv ikki, Durita C. fekk 2. min. tá ið 57. min. vóru spældir, og tá fall avgerðin.

liðugt: 14-12.

60. min. Kyndil hevur tikið time - out. Rómurin er øguligur. Bjarta skorar fyri Kyndil og Daniella skorar fyri VÍF.

59. min.
Simona hevur lagt Kyndil á odda. Støðan er 12-11. So hevur Bjarta lagt Kyndil á odda við tveimum. Støðan er 13-11.

58. min.
Simona hevur javna til 11-11.

57. min.
Durita L. hevur lagt VÍF á odda 10-11. Og samstundis verður steðgur í spælinum, tí Durita L. hevur fingið ein snudd, og fer av vøllinum. Durita C. verður víst 2. min. út.

56. min.
Nú 5. min. eru eftir, eru bara 19 mál skotin í dystinum. Turið Arge hevur javna til 10-10.

55. min.
Fýra spælarar berjast eftir einum bólti, sum Kyndil roynur at kontra uppá, men tað endar við at tvær VÍF kvinnur smekka høvdini saman.

54. min.
Simona prøvar seg av, men hon brennur.

52. min.
Jórun Ludvig, fær straffi og tað tekur Simona sær av, og hon skorar til 9-10. Og ein VÍF spælari verður vístur 2. min. út.

50. min.
Agnas verður spæld frí á strikuni av Liljan og hon skorar. Støðan er 8-10. Kyndil hevur fingið 2. min. og Simona verður mansvard.

49. min.
So var VÍF á odda, og tað var aftur Sóley. Støðan er 8-9.

47. min.
So vera aftur tvær hjá VÍF mansvardar.

46. min.
So er javnleikur aftur her á Hálsi, tað er Sóley, sum hevur javna til 8-8.

45. min.
Venjarin hjá Kyndil Andreas, hevur fingið eitt lítlan skaða á bonkinum. Hann má binda beini inn við ísposa. Durita C. fær 2. min.

44. min.
So er bara eitt mál á muni, Liljan skorar til 8-7.

43. min.
Agnas verður spæld leys á strikuni, og hon skorar.

42. min.
Anna Sofía skorar til 8-5.

40. min.
Simona sleppur aftur at taka straffi, og hesufer skorar hon. Støðan er 7-5. Nú vera bæði Durita C. og Liljan mansvardar. Ein Kyndla kvinna kemur við hendrinum í andliti hjá Duritu L. men fær ikki 2. min.

39. min.
Agnas fær 2. min. So kom Simona á máltalvuna, støðan er 6-5.

37. min.
Kyndil mansverja Liljan.

36. min.
Bonkurin hjá Kyndli fær gult kort. Lítil stegður í her á Hálsi, tað er Liljan, sum liggur, men hon spælur víðari.

35. min.
So er javnleikur á Hálsi, Agnas hevur javna til 5-5.

34. min. Turið brennur púra frí, støðan er enn 5-4. Anna Sofía er eisini púra frí eftir eitt kontra álop, men brennur eisini.

Sí myndir frá dystinum her.


31. min.
So er dysturin ígongd aftur.

Hálvleikur:
Fyrri hálvleikur er, sum allir aðrir dystir millum VÍF og Kyndil. At tað koma fá mál og verjurnar og málverjarnir eiga dystirnar.

Í hesum dystinum er einki undantak, tí tað bert eru komin 9. mál.

30. min. VÍF kontrar, men Agnas røkkur ikki eftir bóltinum.

29. min. Randi fer út við skaða.

28. min. Støðan er enn 5-4.

26. min. VÍF hevur tikið time - out.

25. min. Kyndil kontrar og tað endar við at Anna Sofía skorar til 5-4.

24. min. Støðan er enn 4-4.

22. min. Eilin fer út við skaða.

21. min. So hevur Sophus(Kyndil) tikið time - out. Durita L. púra frí, men brennur.

20. min. Verjurnar standa sera væl, og tí hava liðini ringt við at fáa mál.

18. min. So hevur Jórun javna. Støðan er 4-4.

16. min. Turið hevur minka um munin. Støðan er 3-4.

15. min. Kyndil fær straffi, sum Simona tekur sær av. Og hon brennur.

14. min. So er VÍF á odda við tveimum, aftur er tað Liljan, sum skorar. Støðan er 2-4.

13. min. Báðir málverjarnir hava staðið sera væl.

12. min. So er VÍF á odda 2-3 av málið frá Liljan.

11. min. Fyrstu 10 min komu bara 3 mál. Durita C. hevur javna til 2-2.

8. min. Turið kontrar, men báðar strengurnar standa fyri. Anna Sofía hevur lagt Kyndil á odda 2-1.

7. min. Liljan hevur javna til 1-1.

6. min. Simona slær eftir Duritu L. og báðar fáa gult kort.

5. min. Støðan er enn bara 1-0.

3. min. Anna Sofía hevur lagt Kyndil á odda 1-0.

1. min. So er dysturin í gongd. Einki mál fyrsta min.

Sí hvat Morten Hust metur um dystin.

Kyndil: Røskvá S. Nielsen, Kristina Griksaite, Tomma Petersen, Jórun S. Ludvig, Bára K. Hansen, Anna Sofía M. Mohr, Asleyg Súnadóttir, Bjarta O. Johansen, Anna Brimnes, Beinta Barðardóttir, Turið Arge, Simona Petersen, Annika Sigurðdardóttir, Guðrun R. Olsen, Randi Wardum og Anja Heinadóttir.

??tskiftingarbonkur: Andreas F. Hansen, Sophus Dal Christiansen og Leif Kristoffersen.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttur, Viviann Petersen, Tóra Seloy, Durita Ljóstein, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus, Randi Virgarsdóttir, Rakul Joensen, Durita Christopersen, Annika Patti, Guðrið Poulsen, Daniella Joensen, Sóley Hórará, Eilin Hansen og Agnas Olsen.

??tskiftingarbonkur: Jóhan Poulsen, Sveinbjørn Poulsen, Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir.

Dómarar: Uni Wardum og Dánjal Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder