Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - VÍF

...

2014-04-19 23:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit á JN.fo ynskja KÍF tillukku við FM heitinum og VÍF tillukku við silvurinum.

Sí eisini: Myndir: KÍF - VÍF.


Sí eisini: Myndir aftaná dystin (KÍF - VÍF).

Liðugt:
KÍF hevur endurvunni FM-heiti, tað gjørdu teir við at vinna seinnu FM - finaluna á VÍF, 27-26.

Tað var KÍF, sum byrjaði betri, men VÍF góðu ikki upp sodan, og teir blivu við at javna. Tað var ikki fyrr enn støðan gjørdist 11-9 at KÍF fyri aðru ferð í dystinum kundi fara tvey mál frammum, tá mesta teir vóru framman fyri í fyrra hálvleiki var 14-10, hálvleikstøðan var 16-13.

Liðini skiftust við at skora í seinna hálvleiki, men KÍF vóru framman fyri tí einu løtuna við fimm málum. So tók Gerster time - out og tað hjálpti um støðuna hjá Vestmenningum, teir minkaðu og minkaðu og komu eisini uppá javnleik við støðuni 25-25, og 26-26, men longri komu teir ikki. KÍF fekk so eitt straffi tá ið tíðin var farin, og tað var Vestmenningurin á KÍF' liðnum, sum var settur at taka tað, og hann takkaði fyri áliti og skoraði til 27-26, og sendi har við FM - heitið til Kollafjarðar.

Besti skjútti hjá KÍF var Andrias Nielsen við 10 málum og hjá VÍF var tað Sámal Joensen við 9 málum.

60. min.
Tony skorar til 26-25. 26 sek eftir. Áki skorar til 26-26. Zarko fær 2. min. 10 sek eftir. Straffi til KÍF. Tíðin er farin. Magnus Muller verður settur at taka, og hann skorar.

59. min.
Sámal skorar til 25-25.

58. min.
Áki fær 2. min, fyri at fella Andrias. Straffi til KÍF, Ási verður feldur. Hans Eli verður settur at taka og hann brennur eisini.

57. min.
Um 1. min. vera KÍF fullmannaðir, Selvig fær út við onkrum snuddi. Filip verður dómdur álopsfeil.

56. min.
So verður Tony vístur 2. min. út. Straffi til VÍF, Sámal tekur tað og hesufer skorar hann aftur. Støðan er 25-24.

55. min.
Straffi til KÍF, Andrias tekur sær av tí, og hann brennur, Rógvi tekur returin og skorar til 25-23.

54. min.
Hans Eli hevur lagt KÍF á odda 24-22, við sínum 5. málið. Sámal minkar um munin til 24-23, tað var hansara 7. mál.

53. min.
So eru KÍF fullmannaðir.

52. min.
Mads hevur minka um munin. Støðan er 23-22.

51. min.
So verður Ási Dam vístur 2. min. av vøllinum. Filip kastar fleiri metrar uppum. Nú vera bæði Andrias og Selvig mansvardir.

50. min.
Eddie Joensen tekur time - out. Teitur hevur lagt KÍF á odda við tveimum. Støðan er 23-21.

49. min.
Nú er bara eitt mál á muni, Áki skorar til 22-21.

48. min.
Straffi til VÍF, og aftur hesufer skorar Sámal til 22-20, Hans Eli fær 2. min. Nú er vend komin í, tað sær út til at tað riggaði hjá VÍF at taka Andrias úr spælinum.

47. min.
Agnar hevur nú minka um munin til 22-19. KÍF fær straffi og Selvig brennur. Joen Pauli verður vístur fyri aðru fer av vøllinum.

46. min.
Filip skorar eitt heldur løgi mál, nú er støðan 22-18.

44. min.
KÍF hevur kós at endurvinna FM-heiti, og KÍF viðhaldarsfólkini vilja ongan enda taka á at frøðast. Áki er nú farin at mansverja Andrias, og Hans Eli skorar til 22-17.

43. min.
Kontra álop frá KÍF, men tað endar við at KÍF lobbar uppum málið. Gerster tekur time - out.

42. min.
So kom Andrias uppá 10. mál, støðan er nú 21-17.

41. min.
Rógvi, sum hevur tvær útvísingar er nú tikin út, Pætur er komin inn fyri hann.

40. min.
VÍF fær straffi, sum Sámal tekur, og hesufer skorar hann aftur. Støðan er nú 19-17. Andrias langar bóltin upp í tríkantin, støðan er nú 20-17.

39. min.
Filip verður enn mansvardur.

37. min.
Rógvi skorar til 19-15, og Joen Pauli fær útvísing. Filip minkar um munin til 19-16.

36. min.
Joen Pauli hevur minka um munin til 18-15, tað var hansara 3. mál.

35. min.
Hans Eli skorar til 18-14. Emil Dam hevur eina góða bjarging.

Sí myndir frá dystinum her.

34. min.
Rógvi Weyhe fær sína aðru útvísing. Sámal hevur minka um munin til 17-14.

32. min.
Mads kemur púra fríður, men Emil bjargar. Andrias hevur nú lagt KÍF á odda 17-13. Tað var hansara 8. mál.

31. min.
Dysturin er í gongd aftur.

Niðast síggja tit hvar hevur skotið málini.

Hálvleikur:
Nú er fyrra hálvleikur av, Andrias Nielsen fekk eina flúgvandi byrjan, og sendi fleiri bóltar í netið, men tað var KÍF, sum alltíðirnar hevur ligið omaná, og VÍF hevur javna. Men so fingu KÍF eitt hol niður til VÍF og støðan er 16-13.

30. min.
Fýra sek. fyri tíð fáa VÍF eitt fríkast, har teir stilla upp, men Filip brennur. VÍF fær enn eitt fríkast nú tíðin er farin, har Sámal brennur.

28. min.
Andrias fellur Andrias Eriksen, sum fær straffi og Andrias verður vístur út í 2. min. Sámal skorar uppá straffi til 16-13.

27. min.
Hans Eli hevur nú lagt KÍF á odda 16-12.

26. min.
Tað er góður rómur her í høllini, tað er tó heldur KÍF'arnir, sum hava betra lagi á sær. Sjúrður hevur minka um munin til 15-12. Eddie tekur time - out. Vestmenningurin Magnus Muller er komin inn fyri KÍF.

24. min.
Andrias hevur nú fingið 7. mál og skorar til 15-11. VÍF skiftir aftur málmann Niklas kemur inn.

23. min.
Andrias Eriksen hevur skora til 14-11.

22. min.
Emil Dam hevur eina góða bjarging. KÍF blakar ein kontra bólt burtur.

21. min.
KÍF kontrar, Selvig kastar til Hans Eli, men hann loftar ikki beinavegin, men skorar so til 14-10. Gerster tekur time - out. Nú verða bæði Filip og Zarko mansvardir. Rógvi fær 2. min. Áki verður tikin av vøllinum aftur, Mads kemur inn fyri hann.

20. min.
Eli er komin í málið hjá VÍF aftur. Sámal hevur minka um unin til 12-10. Rógvi hevur skora til 13-10.

19. min.
Andrias, sum kom flúgvandi frá byrjan er nú farin á veigin. Rúni hevur nú lagt sjógv millum KÍF og VÍF. Støðan er nú 12-9.

18. min.
Selvig til 11-9.

17. min.
Hans Eli fær straffi, og tað tekur Selvig sær av, og hann skorat til 10-9.

16. min.
Áki sendur ein bólt langt uppum mál, og fær ilt av stoytinum frá Rógva.

15. min.
So hevur Andrias javna til 9-9, tað var hansara 6. mál. Emil stórbjargar. So er Áki komin inn.

14. min.
VÍF hevur sett Niklas inn í málið, staðin fyri Eli. Straffi til VÍF og tað tekur Sámal sær væl av, og leggur VÍF á odda 8-9.

13. min.
So eru tað VÍF, sum er á odda, Julian skorar til 7-8. Andrias hevur javna til 8-8.

12. min.
So er aftur javnleikur, Mads skorar til 7-7.

11. min.
Høllin fullsett. Filip javnar til 6-6. Selvig hevur lagt KÍF á odda 7-6.

10. min.
Sámal Jákup hevur javna til 5-5. Eingin klárar at halda Andrias og hann skorar til 6-5.

9. min.
Joen Pauli hevur javna til 4-4. So hevur Andrias fingið sítt 3. mál og KÍF er á odda 5-4.

8. min.
Mads hevur javna til 3-3. Rógvi Weyhe hevur lagt KÍF á odda 4-3, bólturin fór millum beinini hjá Eli.

6. min.
Filip hevur javna til 2-2. Rúni hevur lagt KÍF á odda 3-2.

5. min.
Sámal hevur fingið 2. min. Eli hevur eina góða bjarging.

4. min.
Joen Pauli hevur minka um munin til 2-1. Emil tekur eitt skot, og bólturin fer út til Julian, men hann brennur.

3. min.
Andrias hevur skorar til 1-0. So er 2-0 aftur Andrias.

1. min.
So er dysturin byrjaður. Bæði liðini hava kasta hvør sín bólt burtur. Filip verður mansvardur.

Liðini byrja sodan:

KÍF: Emil, Selvig, Andrias, Janus, Tony, Rógvi og Hans Eli

VÍF: Eli, Joen Pauli, Mads, Sjúrður, Sámal Jákup, Filip og Julian

Sí hvat Hallur Danielsen metur um dystin her.

KÍF:
Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 10, Janus Jakobsen, Magnus Muller 1, Rasmus Junker, Pætur Johannesen, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Nicklas Selvig 3, Rógvi Weyhe 4, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvson og Ási Dam.

??tskiftingarbonkur: Eddie Joensen, Jóan Pauli Olsen, Zeljko Jotic og Ernst Johannesen.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen 9, Julian Olsen 1, Joen Pauli Høgnesen 3, Agnar Joensen 1, Áki Egilsnes 2, Andrias Eriksen 1, Niklas Simonsen, Zarko Pejovic, Mads Eriksen 3, Teis Rasmussen, Hanus Christophersen, Filip Jojic 4, Sjúrður Nielsen 1, Bjarni Durhuus og Sámal Jákup Djurhuus 1.

??tskiftingarbonkur: Hendrik Gerset, Dejan Lacok, Jákup Durhuus og Jóngerð Nielsen

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder