Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - StÍF

...

2016-09-17 17:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Liðugt: KÍF vann 26-25 á StÍF. Tá ið 39. min. vóru spældir var støðan 13-17 til StÍF, men tá fingu KÍF eitt sindur av glið í teirra spæl, sum vendi dystinum. 
Málskjúttar: 
KÍF: Rúni 8, Ási 5, Frederik 5, Hans Eli 4, Andrias 2, Teitur 1 og Jákup 1.
StÍF: Jógvan 5, Borgar 5, Fríði 4, Pætur Joensen 3, Sveinur 3, Allan 2, Teitur 2 og Pætur Johansen 1.

60. min. Marcus bjargar, og KÍF tekur time-out (59:16). Rúni skorar til 26-25.

59. min. Fríði javnar til 25-25. Hans Eli rakar á stongina og út.

58. min. Borgar javnar til 24-24. Jákup skorar fyri KÍF til 25-24.

57. min. Pætur Joensen minkar um munin til 24-23.

56. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Rúni sær av, og skorar til 24-22.

55. min. So er KÍF fyri fyrstu fer á odda, støðan er 23-22, tað var Andrias ið skoraði. Marcus ger eina góða bjarging.

54. min. Frederik javnar til 22-22.

53. min. Rógvi verður vístur av vøllinum í 2. min. Allan hevur lagt StÍF á odda 21-22.

52. min. Jógvan verður vístur av vøllinum í 2. min. So er javnleikur í Kollafirði, Rùni javnar til 21-21.

51. min. Rúni minkar um munin til 19-21. So er eitt mál á muni aftur, Rúni skorar til 20-21. StÍF tekur time-out.

50. min. Allan skorar til 18-21.

49. min. Jógvan skorar fyri StÍF, og er støðan nú 17-20. Tað var hansara 5. mál. Andrias minkar um munin til 18-20.

48. min. Rógvi verður vístur av vøllinum í 2. min.

47. min. Marcus ger eina stórbjarging, KÍF fær bóltin aftur. Ási minkar um munin til 17-19, tað var hansara 5. mál. Tað eru 7. min. síðani StÍF skoraði - tá var støðan 14-19.

45. min. Teitur fær bóltin undir Marcus, men tvørttrøði er í vegin til at bólturin kemur í málið.

44. min. Emil ger eina stórbjarging, KÍF fer í skjótálop har Marcus bjargar royndini frá Rùna. Jógvan brennur ein 100% møguleika.

43. min. Ási minkar um munin til 16-19. Teitur hjá KÍF brennur ein 100% møguleika.

42. min. Emil bjargar, og KÍF ger skjótt av, tá teir royna at skora, er blokkurin hjá StÍF fyri. StÍF tekur time-out.

41. min. Hans Eli minkar um munin til 15-19, tað var hansara 5. mál.

40. min. Sveinur roynir seg, men rakar stongina, Jógvan fær fatur á bóltinum, og skorar til 14-19. KÍF tekur time-out.

39. min. Jógvan skorar til 14-17 eftir eitt sera langt álop. Carsten bjargar skotinum frá Ása, StÍF fer í skjótálop, har Emil bjargar fyrstu royndini, men Borgar fær fatur á bóltinum og skorar til 14-18.

37.min. Jógvan skorar til 13-16. KÍF royna nú at skifta málverja, Emil kemur inn fyri Marcus. Ási minkar aftur um munin, støðan er 14-16.

36. min. Ási minkar um munin til 13-15.

35. min. Frederik minkar um munin til 12-14. Borgar verður spælar púra leysur á strikuni, og skorar til 12-15.

34. min. Brotskast til StÍF, og Hans Eli verður vístur 2. min. av vøllinum. Fríði tekur sær av brotskastinum, og skorar til 11-14.

33. min. Borgar skorar til 11-13.

32. min. KÍF mansverja Svein. Marcus bjargar og bólturin fer útav síðulinjuni, so StÍF fær bóltin aftur. KÍF fer í skjótálop, men gott verjuspæl av Sveini ger at teir ikki koma til skot.

31. min. Seinni hálvleikur er nú í gongd. Tað er StÍF ið byrjar við bóltinum. Hans Eli minkar um munin til 11-12.
Soleiðis byrjar liðini:
KÍF: Marcus, Teitur, Frederik, Ási, Hans Eli, Rógvi og Rúni.
StÍF: Carsten, Borgar, Pætur Joensen, Sveinur, Jógvan og Teitur. 

Hálvleikur: Strandingar hava havt ein lítlan mun í fyrra hálvleiki, og kunnu teir tí fara til hálvleiks við einari 2-málsleiðslu. Støðan er 10-12.
Málskjúttar í fyrra hálvleiki.
KÍF: Rúni 3, Frederik 3, Hans Eli 2, Teitur 1 og Ási 1.
StÍF: Sveinur 3, Fríði 2, Pætur Joensen 2, Teitur 2, Pætur Johansen 1, Borgar 1 og Jógvan 1.

30. min. Frederik minkar um munin til 9-11. StÍF skorar til 9-12. Frederik minkar aftur um munin, nú er støðan 10-12. Fríði verður vístur av vøllinum í 2. min.

29. min. Sveinur skorar til 8-11.

28. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og skorar til 8-10.

27. min. So eru aftur trý mál á muni, Teitur skorar til 7-10 til StÍF.

26. min. Allan verður sendur í skjótálop, men Marcus ger eina stórbjarging.

25. min. Teitur skorar fyri StÍF, og er støðan nú 7-9. KÍF tekur time-out.

24. min. Carsten ger eina góða bjarging.

23. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, og er støðan nú 6-8. KÍF fær aftur skjótálop, og hesufer skorar Teitur, nú er bert eitt mál á muni.

21. min. Sveinur hevur nú lagt StÍF á odda við trimum. Ási ger álopsfeil. 

18. min. Frederik skorar sítt fyrsta mál fyri KÍF, og er støðan 5-6. Brotskast til StÍF, Fríði tekur sær av brotskastinum, og skorar til 5-7.

16. min. Rúni minkar um munin til 4-6, og StÍF tekur time-out.

15. min. Brotskast til KÍF, og Teitur verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Eli tekur sær av brotskastinum, men hann rakar tværttræði og bólturin fer aftur til KÍF.

14. min. Marcus hálvbjargar skotinum frá Jógvani, sum skorar til 3-6.

13. min. Frederik verður vístur 2. min. av vøllinum. Pætur Joensen skorar til 3-5.

12. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, og minkar um munin til 3-4.

9. min. Rúni rakar á stongina, og StÍF fær fatur á returinum. Pætur Joensen rakar eisini stongina, men bólturin fer út. 

8. min. Jógvan skorar til 2-4.

7. min. Pætur Joensen skorar til 1-3. KÍF ger skjótt av, og Ási skorar til 2-3.

6. min. Borgar skorar, men dómarnir hava dómt 3-metra kast áðrenn.

5. min. Frederik skorar, men tað verður dómt álopsfeilur. 

4. min. Sveinur skorar fyri StÍF, og er støðan nú 1-2. Hjá KÍF skifta Rógvi og Jákup millum verju og álop.

3. min. Rúni javnar til 1-1.

2. min. Fríði hevur lagt StÍF á odda 0-1.

1. min. So er dysturin í gongd. Tað er KÍF ið byrjar.
Soleiðis byrja liðini:
KÍF: Marcus, Teitur, Frederik, Ási, Hans Eli, Rùni og Jákup.
StÍF: Carsten, Jógvan, Teitur, Borgar, Sveinur, Pætur Joensen og Fríði.

Ársins fyrsti landskappingardystur í FTZ-deildini er á skránni í Kollafirði nú klokkan 18. Dysturin er millum KÍF og StÍF. Tað  ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo.

KÍF: Emil Dam, Marcus Møjbjerg J., Jann Dávur Dam, Andrias Nielsen, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Poul F. Egholm, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Ási Dam og Jón Suni Kjærbek.

StÍF: Carsten Bang, Fríði R. Djurhuus, Allan Norðberg, Pætur Joensen, Pætur Johansen, Teitur Nilsen, Sveinur Justinussen, Tummas Simonsen, Eli Gærdum, Borgar M. Person, Jógvan G. Joensen, David Jacobsen, Rúni Niclassen og Eybjørn Eiriksson.

Dómarar: Uni og Hannis Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder