Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - Neistin

...

2014-04-10 00:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlingdal, Andrias Nielsen 4, Janus Jakobsen 7, Magnus Muller, Pætur Johannesen, Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Niklas Selvig 13, Rógvi Weyhe 2, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason 1 og Vilhelm Magnussen 1.

Neistin: Mikkjal Hansen, Áki Mørk, John í Innistovu 4, Teitur Magnusson 3, Jón Ludvig 1, Andras Joensen 3, Sjúrður Reginsson, Herbjørn Lava 3, Jugoslav Djumic 4, Torstein Balle, Aleksa Buha 1, Hjalti í Jákupsstovu 2, Blagoje Buha og Terji Mørk 9.

Sí myndir her.

Liðugt: Tilsamans 70 mál - KÍF vann 40-30 og eru nú í finaluni. Samanumtikið kann sigast, at spælið gekk skjótt frá máli til mál, men verjurnar spældu ikki uppá sítt besta. Til tíðir framúr hondbóltur.

60. min. Vilhelm fær tað seinasta málið í dystinum, og har við mál nummar 40 hjá KÍF.

59. min. Emil Dam hevur eina meistara bjarging.

58. min. Herbjørn fær 2. min, fyri at taka um hálsin á Pætur og straffi verður dómt, Vilhelm verður settur at taka tað, og hann brennur.

57. min. Hans Eli er nú eisini komin uppá 10. mál í dystinum. Støðan er nú 39-30.

54. min. Herbjørn Lava skorar mál nummar 30 fyri gesturnar.

53. min. Andras fær enn eitt mál. Andrias skorar í hinum endanum.

52. min. Andras minkar um munin til 37-28.

50. min. Strikuspælarin Janus, er nú komin á bak ketjuna og skorar sítt 7. mál. Herbjørn Lava skorar í hinum endanum. Støðan er 37-27.

49. min. Selvig ger sum honum vil í dag, hann hevur nú sett bóltin í netið 13. ferðir. Selvig hevði kunna fingið sítt 14. mál, men brendi uppá straffi.

48. min. KÍF spælarin, Rógvi stendur innanfyri, straffi verður dómt, Terji fær sítt 8. mál.

Klokkan sløknaði.

46. min. John verður stoppaður av Rúna, Rúni fær 2. min, og straffi verður dómt, sum Terji umsetur til mál.

45. min. Selvig fær eitt heldur lættari mál.

44. min. Terji fær sítt 6. mál uppá straffi. Rógvi skorar til 34-24.

43. min. Selvig tekur aftur straffi, hann setur bóltin uppí tríkantin.

42. min. Andrias kastar bóltin burtur í einum kontra álopi og Aleksa straffar skjótt.

41. min. Hjalti skorar umaftur.

40. min. Hjalti skorar fyri Neistan. Og Rúni loppar bóltin uppum Mikkjal í hinum endanum. støðan er nú 32-21.

39. min. Andras minkar um munin til 31-20.

38. min. John skorar av veinginum, og KÍF kontra skjótt og Hans Eli fær enn eitt mál. Hans Eli skorar nú sítt 9. mál.

37. min. Hans Eli sleppur at renna púra ótarnavur gjøgnum Neista verjuna, og hann skorar.

36. min. Strikuspælarin Janus, sendur ein langan bólt avstað, og fær sítt 6. mál.

35. min. John fær ein retur bólt, og skorar. Støðan er nú 27-18.

34. min. Selvig rennur aftur kontra og skorar. Áki Mørk tekur time - out.

32. min. Andrias loypur upp, og skorar. Hans Eli og Selvig renna kontra, og Selvig fær bóltin frá Hans Eli uppá eina flotta avlevering. Støðan er nú 26-17.

31. min. Dysturin er í gongd aftur. Niðast á greinini, sæst hvussu nógv mál, hvør spælari hevur skotið.

Hálvleikur: KIF førdi allan fyrra hálvleik og rann frá ímóti endanum, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 24-17. Sigast kann, at verjurnar ikki hava spælt upp til sítt besta, tað sæst eisini á mongu málinum.

30. min. Herbjørn skuldi havt skora fyri Neistan, men skotið endar á steingini, KÍF ger skjótt av, aftur spælur Andrias, Selvig púra leysan.

29. min. Djumic og Teitur fáa báðir 2. min, Djumic fær fyri at koppa Andriasi. Selvig verður sera leysur, og setur bóltin í mál frá veinginum.

28. min. Terji hevur ein góðan dag og skorar aftur. Andrias setur eitt hart skot avstað.

27. min. Terji Mørk setur eitt undurhondskot avstað og skorar. Støðan er nú 20-16. Eddie Joensen tekur time - out. KÍF spæur seg væl ígjøgnum, Andrias spælur Selvig leysan, Mikkjal fær ímóti, men Selvig sendur ein flúgvara avstað til Hans Eli.

26. min. Andrias skorar sítt fyrsta mál í dystinum.

25. min. Jaspur tekur enn eitt skor frá Neistamonnum, bólturin kemur út til Selvig, sum sendur Janus avstað, støðan er nú 19-14. Djumic fær mál í hinum endanum.

23. min. Teitur fær hann eitt mál fyri Neistan. Janus verður aftur spældur leysur á strikuni og skorar.

22. min. Janus á strikuni hjá KÍF, skorar sítt 3. mál. Terji mørk, setur eitt langskot av stað, og hann situr. Rógvi brýtur ígjøgnum verjuna hjá Neistanum.

21. min. Rúni fær ein retur bólt, og skorar. Støðan er 15-12.

20. min. Djumic minkar um munin.

19. min. Selvig sleppur at taka enn eitt straffi, og skorar. Jaspur tekur skotið frá Neistanum og sendur Selvig avstað nú er Selvig eisini á fimm málum.

18. min. Teitur minkar um munin nú er støðan 12-11.

17. min. Hondin er uppi, KÍF stilla upp og Hans Eli setur bóltin í kassan, aftaná eina avrættin av Neistaverjuni.

16. min. Rógvi missur bóltin, Neistin kontrar, Jaspur tekur skotið, men dómt verður straffi og Andrias fær 2. min, Jón setur bóltin í kassan.

15. min. Áki Mørk tekur time - out, støðan er nú 11-8. Djumic kastar bóltin millum beinini á Jaspur.

14. min. Djumic fær bóltin á strikuni og er púra fríður og skorar. Jákup skorar eisini av hinari strikuni.

13. min. Hans Eli fær enn eitt mál og hevur nú skoti fimm mál í dystinum.

12. min. Jaspur hevur eina góða bjargin, men kastar bóltin beint til ein Neistamann aftur.

10. min. Terji Mørk minkar um munin til 8-6, Selvig skorar aftur til 9-6. Terhi fær enn eitt mál í 10. min nú er støðan 9-7.

9. min. Hans Eli fangar bóltin frá Neistanum, og rennur frá øllum, og setur bóltin trygd í netið.

8. min. Selvig skorar uppá langskot, støðan 7-5.

6. min. John skorar av veinginum, og KÍF fær eisini mál av Hans Eli.

5. min. Hans Eli rennur skjótálop og fær bóltin og skorar trygd.

4. min. Neistin spælur eitt langt álop, sum endar við at Terji setur bóltin í netið, aftanfyri Jaspur. KÍF seta bóltin skjótt í gongd aftur og Janus skorar av strikuni.

3. min. Teitur minkar um munin til 2-1, Janus skorar skjótt til 3-1.

2. min. Jaspur kastar ein langan bólt fram, Hans Eli fær fatur á honum.

1. min. Dysturin er nú í gongd. Selvig skorar uppá straffi.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlingdal, Andrias Nielsen 4, Janus Jakobsen 7, Magnus Muller, Pætur Johannesen, Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Niklas Selvig 13, Rógvi Weyhe 2, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason 1 og Vilhelm Magnussen.

Neistin: Mikkjal Hansen, Áki Mørk, John í Innistovu 4, Teitur Magnusson 3, Jón Ludvig 1, Andras Joensen 3, Sjúrður Reginsson, Herbjørn Lava 3, Jugoslav Djumic 4, Torstein Balle, Aleksa Buha 1, Hjalti í Jákupsstovu 2, Blagoje Buha og Terji Mørk 9.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder