JN

Battle of the North 2014 - á Hálsi í Havn

...

2014-03-30 21:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stór altjóða sterka manna kapping verður í høllini á Hálsi í Havn, fríggjakvøldið 2. mai klokkan 1900.

Kappast verður um hvør er sterkastur maður í norður-Evropa. Sterkastu menn úr ??slandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Onglandi og úr Føroyum fara at kappast um hetta heitið.

Teir sum kappast:

Haftur úr Íslandi, betur kendur millum manna, sum Thor, hevur vunnið trý tey seinastu árini heitið: ???Sterkasti maður í ??slandi???. Hann er 207 cm til hæddar, vigar 190 kg, og er 25 ára gamal. Hevur í ár kappast í bæði ???Arnold Schwarzenegger strong man??? í Los Angeles í Kalifornia, og vann eina kapping i Avstralia fyri stuttum. Thor er eisini blivin nummar trý til heimsins sterkasta mann (World Strongest Man - WSM) tvey tey seinastu árini. Bley nr 2 so seint sum inatt til WSM, bara 0,5 stig aftanfyri verdins sterkasta mann. So tættari kundi ikki bliva.

Ole Martin Hansen úr Noregi vann í fjør heitið, sum sterkasti maður í Noregi. Ole Martin hevur roynt seg til kvalifisering til WSM. Hann er 186 cm til hæddar, vigar 150 kg, og er 35 ára gamal.

Sebastian Davidsson úr Svøríki bleiv nummar tvey í kappingini um at gerast sterkasti maður í Svøríki í 2013. Hann hevur vunnið nógvar kappingar í heimlandi sínum. Sebastian er 193 cm til hæddar, vigar 140 kg og er 34 ára gamal. Maðurin, ið annars er sterkasti maður í Svøríki mátti melda frá vegna skaða. Hann gjørdist nummar 8 til WSM í fjør, so støðið er rættiliga høgt í Svøríki.

Nicolai Hansen hevur verið í Føroym tvey tey síðstu árini, so hann er ikki ókendur her á leiðum. Hann hevur vunnið heitið, sum sterkasti maður í Danmark fimm tey seinastu árini. Nicolai er 188 cm til hæddar, vigar 145 kg og er 38 ára gamal. Hann hevur eisini heimsins sterkasta ???greb???, ella sagt við øðrum orðum: hendur.

Laurence Shahlaei er sterkasti maður í Onglandi. Hann vann heitið, sum sterikasti maður í Onglandi í 2010. Laurence gjørdist eisini sterkasti maður í Stórabretlandi í 2012-2013, og hann gjørdist nummar fýra til WSM í 2011. Laurence er 189 cm til hæddar, vigar 156 kg, og er 33 ára gamal

Seinast, men ikki minst er at nevna okkara egna Boga Hammer, ið gjørdist Føroya sterkasti maður í fjør. Bogi er eisini føroyameistari í powerlifting í Føroyum, árini 2012-2013. Bogi er 193 cm til hæddar, vigar 125 kg, og er 37 ára gamal.

So her er veruliga lagt upp til eitt risastórt brak í høllini á Hálsi í Havn, fríggjakvøldið 2. mai klokkan 19.

Forsølan fer fram í Yndi Fitness í Havn. Prisur: Vaksin: 140 krónur, og børn 25 krónur.

Við dyrnar verður prísurin: Vaksin 200 krónur, og børn 50 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder