Mentan

Bátastevnan í Vestmanna verður í døgunum 24. til 26. mai

...

2018-05-02 19:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta er stevnan har bátafólk, kampingfólk og øll onnur eru vælkomin at savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.

???Hólmin??? eitur nýggi flakin, ið er lagdur í kei-hylin har bátarnir liggja. Góður ???bátatónleikur??? verður at hoyra á hólmanum.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. Spæliland fyri børn verður á keiøkinum og í lítla tjaldinum.

Hósdagin 24. mai verður ???syngið við??? tiltak saman við Norrøna Dansiband / Magnus Magnussen.

Fríggjadagin 25. mai verður undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum, har ??vintýraferðin og Kularrøtur framføra. Um kvøldið kunnu bátastevnugestir uppliva tónleikaframførslur við Jens Marna Hansen, Janus Wiberg Mortensen og Swangah. At enda spæla Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen í tjaldbarrini.

Leygardagin 26. mai verður felags bátasigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har harmonikutónleikur og felagssangur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við verjuskipi og tyrlu. Áskoðaravinarligi kappróðurin ???ódnartak??? verður á vágni beint við bátastevnuøkið. Róð verður á stuttum teini, einans 150 metrar. Hvør bátsmanning rør teinin tríggjar ferðir.

Leygarkvøldið spælir Norrøna Dansiband góðan ???bátatónleik???á Hólmanum. So verða fyrst Eyðun Nolsøe og síðani Shamrock at hoyra á lítla pallinum í tjaldbarrini.

Í stóra tjaldinum byrjar Bátastevnudansurin kl. 23.30. Har spæla fyrst FourMen og síðan Signar í Homrum. Í lítla tjaldinum spæla Danny & The Veetos og Finnur Koba.

Nærri kunning um bílegging av atgongumerkjum, báta- og kampingplássum v.m. sæst á www.bs.fo og á Bátastevnu-appini. Har ber eisini til at síggja skránna fyri øll tiltøkini. Um spurningar eru viðv. báta- og kampingplássi ber til at senda teldupost til [email protected]ella við at ringja á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar.

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 24., 25 og 26. mai 2018.

Bátastevnan


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder