Mentan

Tónleikur á Bátafestivalinum á Toftum

...

2021-04-28 13:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at bátarnir er komnir upp á pláss í bátahylinum í Oyrunum á Toftum, byrja tiltøk í tjaldinum á kaiøkinum. Sum altíð er nógv gott undirhald í teltinum undir Bátafestivalinum. Fleiri framúrskarandi tónleikarar fara at framføra gjøgnum dagin.

Eftir at festivalurin er settur, byrjar tónleikur í tjaldinum klokkan 15.00, har fýra tónleikaframførslur verða.

Fyrstur á pallin verður lokala Undirhúskórið, og síðani koma Herborg Torkilsdóttir, Tinganest og til seinast koma Hallur Joensen & Co og seta punktum fyri tónleikaframførslunum.

Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.

Skráin fyri Bátafestivalin á Toftum kann lesast HER.

Vælkomin á Bátafestival á Toftum leygardagin 1. mai.

Fyrireikararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder