2020-07-07 17:13
Tórshavnar kommuna skipar fyri eini ólavsøku, sum er so vanlig sum gjørligt. Onkur broyting verður tó. Fyri at stuðla undir tilmælini frá landsins myndugleikum um frástøðu, og at í mesta lagi 100 fólk mugu savnast, er gjørt av, at kommunan fer ikki at veita loyvi til teir sølu- og spælubásarnir, ið vanliga standa tætt og savna fólk í Tinghúsgarðinum, Tórsgøtu, Vágsbotni og aðra staðni í miðbýnum.
Verandi mat- og skonkistøð í býnum fáa tó møguleikan at víðkja teirra virksemi út á torg og vegir, ið liggja uppat, har tey halda til, og har tað ber til, soleiðis at lættari verður hjá gestum at halda frástøðu.
Og matvognar, sum í dag virka í miðbýnum, kunnu eisini hava opið á ólavsøku í galdandi upplatingartíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald