Politikkur

Barsilsskipanin er góð, sum hon er

...

2013-08-02 22:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggi portalurin hjá Sosialinum, in.fo, endurgav brot úr mínari røðu um løgmansfrágreiðingina, har eg harmaðist um, at landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, ætlar at leingja um barnsburðarfarloyvi. Við yvirskriftini ???Barssilskipanin má ikki verða ov góð??? kom øði í fjøldina. Á portalinum komu oman fyri hundrað viðmerkingar og fleiri hundraðtals ???likes???, har fólk sýndu sína ónøgd.


Barsilsskipanin skal ikki skerjast.
Í greinini tykist tað, sum Hanus Samró ætlar at skerja barnsburðarfarloyvið og har við gera inntriv í barsilskipanina, men tað hevur undirritaði ongar ætlanir um. Barsilsskipanin er super, sum hon er. Barnsburðarfarloyvið skal ikki broytast. Foreldur, sum eru lønmóttakarar, skulu framhaldandi hava: ???rætt til barsilsfarloyvi í upp til 38 vikur tilsamans.???.

Barnsburðarfarloyvið skal ikki leingjast.
Eg vil hinvegin ikki leingja um barnsburðarfarloyvið. Tað er umráðandi, at vit varðveita kvinnurnar so leingi á arbeiðsmarknaðinum sum møguligt. Her verður serliga hugsað um kvinnur við hægri útbúgvingum, sum arbeiða við tann- og sjúkrarøkt, tøkni og øðrum samtíðarkrevjandi arbeiðum, har tað er neyðugt at fylgja við og uppdatera seg alla tíðina.
Vit mugu ikki gloyma, at burðaravlopið per kvinnu í Føroyum er í miðal 2,5. Tað er tað hægsta í Evropa. Er tað nú soleiðis, at vit leingja barnsburðarfarloyvið til eitt ella hálvt annað ár, eru tær burtur frá arbeiðsmarknaðinum í trý til hálvfimta ár. Harafturat skulu vikurnar, áðrenn tær fara í barsil, takast við. 

Eg eri tilvitaður um, at hugsanarhátturin ikki samsvarar við donsku vælferðarmyndina, men eg eri ikki samdur við teimum, ið seta barsilsskipanina og hækkandi fólkavøkstur saman. Ein viðmerkjari skrivaði soleiðis: 
???Tað er bara at minka um barsilsburdafarloyvi???vita so hvussu nógv fólk eru eftir í Føroyum!???. 
Tað kann ikki vera rætt, at fólk fáa sær børn, tí tey hugsa um, hvussu nógv tey fáa í barsil ella barnafrádrátti. Vónandi eru vit ikki komin har til, at børnini verða vigaði í pengum og/ella almennum skipanum, men eru tað foreldrini í sínum kærleika móti hvørjum øðrum, fáa sær barn/børn, tí tey vilja hava sína egnu familju. 

Neyðugt við barssilskipan.
Eg ásanni tó, at tað er neyðugt við barssilskipan og barnsburðarfarloyvi, tí tað er neyðugt fyri barnið, at tað fær kærleika og umsorgan fyrstu mánaðirnir í sínum lívi. Sum ein liður í hesum skulu vit ikki revsa tey, sum velja at fáa børn, men fáa kvinnurnar løn, meðan tær eru í barnsburðarfarloyvi. Í mun til nógv onnur eri eg av tí áskoðan, at barsilssfarloyvið skal ikki vera meir enn 38 vikur. 

Tað er eftir míni bestu sannføring nóg mikið. 

Eitt annað, sum eg heldur ikki eri samdur í, er, at fólk vilja hava kvinnurnar longur við hús. Tað er ein sannroynd, at kvinnurnar eru tær, ið hava bestu útbúgvingina. Eg vil ikki, at kvinnurnar skulu vera heima við hús, tá samfelagið hevur tørv á teirra vitan og serkunnleika. Sostatt er tað ikki fyri at diskriminera, men fyri at verja kvinnuna á arbeiðsmarknaðinum, tí vit mugu ikki gloyma, at samfelagið gongur við tí rúkandi ferð. Um kvinnurnar bara passa børn, sum so nógv vilja hava tær at gera, men sum kvinnurnar hava barst nógv ímóti, verða tær afturúrsigldar í samfelagnum, tí tøknin, fakligheitin og samtíðin bíðar ikki eftir teimum. Tað er somuleiðis ein sannroynd, sum vit mugu síggja í eyguni.

Til síðst kann eg siga, at eg eri av tí áskoðan, at barnsburðarfarloyvið eigur at verða býtt javnt millum foreldrini, so tey í felag gera av, hvør skal vera heima við barninum og ikki. Tað skal ikki vera upp til mín ella statin, hvør passar barnið, men upp til foreldrini sjálvi, hvussu tey býta hasar 38 vikurnar millum sín.

Hanus Samró
Løgtinsmaður fyri fólkaflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder