
Í sambandi við, at eitt av okkara starvsfólkum fer í barnsburðarfarloyvi, verður søkt eftir einum dugnaligum skrivstovufólki, 30 tímar um vikuna. Starvssetanin byrjar 13. november 2017 ella skjótast til ber og endar 30 september 2018.
Førleiki
Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving, góðan málkunnleika í føroyskum. Eisini er ynskiligt, um umsøkjari hevur royndir við SBSYS journalskipanini.
Persónlig førleikakrøv og royndir
Umráðandi er, at tann, ið settur verður:
o hevur góð samstarvsevnir, er nærlagdur og arbeiðssamur
o er tænastuhugaður og fleksibul og hevur innlit í almennu fyrisitingini
o eisini er ábyrgdarkensla ein eginleiki, ið vit virðismeta høgt
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og lønt eftir lønarflokki IV.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Johansen, leiðara, á telefon 794430 ella á teldupost [email protected]
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndum og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Vágum, Jatnavegur 2, 370 Miðvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi 8. november 2017. Setanarsamrøður verða fríggjadagin 10. november 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald