Mentan

Barnadópur á Slættanesi

...

2020-07-27 08:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár var barnadópur í skúlanum/kirkjuni á Slættanesi.

Vit halda okkum vit, at tað eru 60 ár síðan barnadópur seinast hevur verið á Slættanesi.

Gentubarnið fekk navnið Anita Norden, Anita er dóttir Rakul og Fróða Norden- Norden eftirnavnið er gamalt navn á Slættanesi.

Maria Summers við Skipá var prestur, hon starvast í Vestmanna.

Vit halda, at seinast barnadópur var á Slættanesi var í juni 1961, tá ið Annbjørg Jacobsen var doypt.

Seinasta barn, sum er føtt á Slættanesi er Finnfríði Hansen - sonur Selindu og Jóhan Hansen ( 26. juni í 1964), men tey fluttu, sum tey seinastu, av Slættanesi á heysti 1964.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder