JN

Barnadansistevnan verður 22. februar í skúlanum á Giljanesi

...

2014-02-22 05:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Barnadansistevnan 2014

Barnadansistevnan verður 22. februar í skúlanum á Giljanesi.

Stevnan byrjar klokkan 10.00 og endar kl. 15.00.

Dansað verður í fimleikarhølllini og etið verður í ítróttarhøllini. Væntandi verða nógvir luttakarar, tí er neyðugt at skipa dagin soleiðis, at luttakararnir verða býttir í bólkar ein part av tíðini.

Meðan ein bólkur etur døgurða, fer ein annar túr við bussi.

Vit fara í kirkjuna í Sandavági og hyggja eisini at minnisvarðanum av Hammershaimb. Eftir tað gongur ferðin til kirkjuna í Miðvági, og vit hyggja eisini at minnisvarðanum av Mikkjal á Ryggi. Síðani fara vit inn í húsini í Beitinum, har Mikkjal varð føddur. Í Beitinum er møguleiki at fara uppá gólv.

Bólkarnir skiftast soleiðis, at øll fáa høvi at vitja í Sandavági, Miðvági og at eta, tað skrivar Vága Dansifelag á heimasíðu síni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder