Mentan

Bárður Jákupsson fernisering í Gamla Seglhúsinum í dag klokkan 17:00

...

2021-09-24 12:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So er tað í dag, fríggjadagin tann 24. september 2021 at listaframsýningin í Gamla Seglhúsinum, har listamaðurin Bárður Jákupsson kemur at sýna fram, letur upp.


Framsýningin umfatar 17 oljumálningar og 11 vatnlitamyndir.


Fernisering verður kl. 17:00 og kemur Dávur Winther formaður í Norðoya Listafelag at røða.


Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.


Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 20. oktober 2021.


Framsýningin er opin soleiðis:


Mánadag til Fríggjadag frá klokkan 14:00 til 17:00.


Um so er, at tað ikki liggur fyri at vitja hesar tíðir, er eisini møguligt at avtalað eina hóskandi tíð við at ringja 217055 ella 227072.

Hjartaliga vælkomin !

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder