2018-04-07 20:03

Mikunáttina bar trolbáturin Olga Maria við land á Líðarenda, sum er tætt norðanfyri Blankskála á Kallsoynni, Olga Maria var á veg til Leirvíkar at landa eftir ein roktúr - sí HER:
Eftir at Olga Maria hevði landað í Leirvík, varð farið til Havnar, har skipið varð tikið upp á bedingina hjá MEST hósmorgunin, fyri at kannað um skaði var komin av óhappinum, tað vísti seg tíbetur, at skaðin ikki var so stórur, slengrikjølurin í bagborð hevði fingið skaða, hann verður nú umvældur á MEST, mett verður at skipið verður klárt aftur mánadagin ella týsdagin.
Vit tóku nakrar myndir á MEST í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald