Vinna

Bara ein triðingur eftir av føroysku lodnukvotuni

...

2014-02-20 14:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú er bara ein triðingur eftir at fiska av føroysku lodnukvotuni við Ísland, kvotan er tilsamans 8.000 tons og harav eru fiskaði 5.425 tons.

Fagraberg hevur landað 800 tons á Fáskrúðsfirði, Finnur Fríði hevur landað 1.120 tons á Tvøroyri, Jupiter hevur landað 1.030 tons í Íslandi, Norðborg hevur 1.975 tons og Tróndur í Gøtu hevur fiskað 500 tons.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder