Nýggjar leiðreglur frá Fíggjareftirlitinum eru ávegis, og bankin metir tørv vera á at minka um váðan á vinnumarknaðinum.
Árni Ellefsen verður fyribils settur í starv sum forstjóri eftir Janus Petersen, sum fer frá.Nevndin í BankNordik hevur tikið síðsta stigið í fráboðaðu strategisku ætlanini, ið leggur høvuðsdent á bankavirksemi samtaksins. Á nevndarfundi 16. september 2015 er avgerð tikin um at seta vinnulívspartin av bankavirkseminum í Danmark til sølu. Fyrr í ár varð tryggingarfelag bankans í Íslandi, Vørður, lýst til sølu. Samráðingar eru í gongd, og væntandi verður ein loysn funnin innan árslok.
Nevnd bankans ynskir eitt tillagað fokus fyri bankan. Á økinum innan privatar bankakundar hevur stødd alstóran týdning, og BankNordik er við síni støðu sum størsti útbjóðari í Føroyum, við 20% av marknaðinum í Grønlandi og við einum skjótt vaksandi marknaðarparti í Danmark ein áhugaverdur aktørur á hesum marknaðum. Viðvíkjandi mannagongdum og tænastuútboði vantar ágóðin av samstarvi tvørtur um landamørk framvegis at verða heystaður. Hetta fer at henda so líðandi komandi árini.
Nýggjar leiðreglur frá Fíggjareftirlitinum eru ávegis og innibera, at bankin á vinnuøkinum hevur tørv á at minka um váðan. Harumframt ynskir bankin at minka um samfelagsváðan í sambandi við vinnufígging uttanlands. Tískil fer nevndin at leggja dent á framhaldandi at menna serkunnleika bankans í Norðuratlantshavi, og í hesum sambandi er møguleiki fyri at gagnnýta fyrimunir við samstarvi og serkunnleika um ymiskar vinnur og samfelagsviðurskifti.
Ein nýggjur forstjóri skal standa á odda fyri hesi ætlan. Hesum tekur Janus Petersen undir við, og tískil eru nevndin og núverandi forstjórin komin ásamt um, at samstarvið millum partarnar heldur uppat. Árni Ellefsen, fíggjarstjóri, tekur við starvinum sum fyribils settur forstjóri.
???Bankin skal nýta sína orku, har hon skapar størst virði fyri kundar og íleggjarar. Hetta er høvuðsendamálið við strategiska sporskiftinum,??? sigur nevndarforkvinna bankans, Stine Bosse. Hon takkar samstundis Janusi Petersen fyri gott samstarv og stóra arbeiði hansara fyri bankan seinastu 21 árini, harav seinastu tíggju árini sum forstjóri.
Í Norðuratlantshavi skal BankNordik á sama hátt sum higartil geva sítt íkast til at stuðla undir jaligu búskapargongdina. Bankin skal veita privat- og vinnukundum í Føroyum og Grønlandi eina dygdargóða tænastu umframt at stuðla undir ta altjóða menning, ið nógvir kundar longu eru ??? ella eru um at verða ??? partur av.
Sum áður boðað frá væntar BankNordik at kunna gjalda íleggjarunum eitt serligt vinningsbýti, tá strategiska ætlanin er endaliga framd. Umskipanin av danska virkseminum til at fara frá vinnuvirksemi til bert at fevna um privatkundamarknaðin verður væntandi framd uttan uppsagnir av starvsfólkum.
Nýggju strategisku avgerðirnar broyta ikki væntanirnar til úrslitini, ið seinast vórðu kunngjørd í sambandi við hálvársúrslitið pr. 30. juni 2015.
Nevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald