Vinna

Bakkafrost sett tvey met í dag

...

2013-09-25 00:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í morgun fór Bakkafrost-partabrævið uppá 80 krónur. Hetta er fyrstu ferð at føroyska fyritøkan er selt fyri 80 krónur.

Men tað steðgaði ikki við hesum metinum. Nú tá virðisbrævamarknaðurin stongdi í kvøld er partabrævið selt fyri 81 krónur, og tað var seinasti søluprísurin í dag. Hetta er samstundis metvirði á Bakkafrost-partabrævinum.

Virði á Bakkafrost nærkast fýra milliardum, ella neyvt mett er virði 3,96 milliardir norskar krónur.

Kelda portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder