
Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um keyp av einum 75m langum fóðurskipi. Hetta er næsta fóðurskip av hesari støddini, sum JT electric skal lata Bakkafrost í 2018.
- Vit fegnast um, at Bakkafrost enn einaferð hevur valt eina tílíka loysn frá okkum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Fóðurskipið verður útgjørt við framkomnu fóðurskipanini, sum er ment á Kambsdali.
Fólk frá JT electric skulu leiða umbyggingina, sum verður gjørd á einari skipasmiðju í Póllandi. Tøknin umborð verður framleidd í Føroyum og síðan ísett á pólsku skipasmiðjuni.
Hetta er áttanda fóðurskipið, sum JT electric letur føroysku alarunum. Fóðurskipini eru sera væl egnaði til aliøkini í Føroyum, sum eru millum tey mest útsettu í heiminum, tá ið tað kemur til veðurlag og høgar aldur.
Á JT electric starvast 33 fólk, harav 6 fólk arbeiða í eini menningardeild, sum arbeiðir við at menna nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald