Politikkur

Bæði landskassin og kommunurnar hægri inntøkur

...

2014-06-02 21:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava bæði landskassin og kommunurnar fingið nakað meira inn í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS.


Landskassin hevur higartil fingið slakar 534 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er nakað meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan økt 5,05 %. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið slakar 601 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er 4,03 % meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Flestu kommunurnar hava eina framgongd sammett við sama tíðarskeið í fjør. Millum størru kommunurnar hava Eystur kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Tvøroyrar kommuna størstu framgongdina, meðan eitt nú Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommuna hava eina framgongd, sum tó ikki er líka stór.

Fyrstu fimm mánaðirnar í 2014 eru góðar 105 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og góðar 17 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 11 milliónir krónur meira.

Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjasther
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjasther


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder