Badminton- og hugnadagur í ítróttarhøllini á Sandi
Leygardagin
5. apríl skipar Badmintonsamband Føroya fyri einum degi fyri allar sandoyingar.
Dentur
verður lagdur á at læra grundleggjandi reglar og at upplýsa um badminton og at skapa
áhuga fyri hesi spennandi og gevandi ítróttargrein í oynni.
Umframt
badminton verður dagurin merktur av hugna og spæli fyri alla familjuna, har
eisini kappast verður í ymsum øðrum stuttligum spølum.
Tað er eingin treyt, at luttakararnir
duga badminton, heldur
ikki er nakað aldursmark ??? so øll kunnu luttaka.
Byrjað
verður kl. 10:30 við morgunmati. Sjálvt tiltakið er liðugt uml.
kl. 15:00. Tá
koma badmintonvenjarin og konan, sum eru úr India, at borðreiða við indiskari buffet.
Endamálið
er at fáa áhugan fyri badminton, og tí ynskja vit at foreldur/vaksin eisini
koma við til dagin, og við hesum vóna vit at fáa sandoyingar at íðka hesa
vetrarítrótt, nú nýggj og snotilig ítróttarhøll er komin.
Kostnaður:
Luttøkan
fyri dagin er ókeypis, men ynskja
tit at verða við til spennandi og forvitnisligu indiska sjálvtøkuborðið, er
kostnaðurin kr. 100 fyri hvønn.
Tekning
hjá:
Michael
Gram tlf. 260010 e-mail [email protected]
Sjúrður Poulsen tlf. 548420 e-mail
[email protected]
Tekningarfreistin
er: 1. apríl 2014 (avmarkað luttøka)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald