Mentan

Avmarkingar í siglingarferð kring Ramsar-oyggjar

...

2021-04-29 10:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Umhvørvisstovan skrivarr:

Avmarkingar í siglingarferð kring Ramsar-oyggjar

Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í 2017. Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy. ??neyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði. Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið. Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum. Á www.foroyakort.fo ber til at síggja, hvar føroysku Ramsar-økini eru Les meira um Ramsar-arbeiðið her: https://www.us.fo/Default.aspx?ID=13805&Action=1...

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder