Tíðindaskriv
Autorisatiónslógin í
Løgtingið
Á landsstýrisfundi í gjár fekk Karsten Hansen,
landsstýrismaðurin við heilsumálum, undirtøku fyri at leggja
autorisatiónslógina fyri Løgtingið. Heilsumálaráðið hevur í eina tíð, í
samstarvi við Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse, arbeitt við at tillaga
autorisatiónslógina til føroysk viðurskifti. Lógin hevur verið til hoyringar
hjá føroyskum og donskum myndugleikum, er tillagað hoyringssvarunum og er nú
klár at leggja fyri Løgtingið.
Í galdandi lóggávu viðvíkjandi heilsustarvsfólki í
Føroyum eru ongar ásetingar um løggilding av kiropraktorum, ergoterapeutum,
fysioterapeutum, optikarum ella heilsurøktarum. Við at seta autorisatiónslógina
í gildi fyri Føroyar verður løggilding fyri hesar bólkar av heilsustarvsfólkum
lógarásett. Harumframt verður lóggávan dagførd viðvíkjandi øllum hinum
heilsustarvsfólkunum, ið eru nevnd í kongligu fyriskipanini.
Ásetingar um løggilding av heilsustarvsfólki í Føroyum finnast í løtuni í 12
ymiskum kongligum fyriskipanum. Kongligu fyriskipanirnar eru settar í gildi
yvir eitt drúgt áramál. Tann fyrsta: ???kongelig anordning nr. 35 af 26. februar
1935 for Færøerne om udøvelse af lægegerning??? við seinni broytingum varð sett í
gildi í 1935, meðan tær seinastu, um bioanalytikarar og radiografar, vórðu
settar í gildi í 2005.
Í Danmark vórðu allar lógirnar um løggilding av heilsustarvsfólki samlaðar í
einari lóg (autorisationsloven) í 2006. Broytingar eru síðani javnan gjørdar í
lógini. Av tí, at autorisatiónslógin ikki enn er sett í gildi í Føroyum, eru
flestu av omanfyrinevndu kongligu fyriskipanum ikki dagførdar.
Í uppskotinum eru ásetingar um løggilding av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum,
tannlæknum, kiropraktorum, jarðarmøðrum, ergoterapeutum, fysioterapeutum,
bioanalytikarum, kliniskum diætistum, radiografum, bandagistum, kliniskum
tannteknikarum, tannrøktarum, optikarum, fótterapeutum og heilsurøktarum.
Umframt hetta, eru eisini aðrar betringar í mun til galdandi lóggávu. Eitt nýtt
kapittul er um sjúklingajournalir, herundir um journalføring, innihaldið í
journalum og varðveitslu av journalum. Við at seta hesar reglur í gildi í
Føroyum, verður bøtt um sjúklingatrygdina og um góðskuna av veitingum í
sjúkrahúsverkinum. Í § 14 verður ásett, at løggild heilsustarvsfólk missa rættin
til sjálvstøðugt fakligt virksemi, tá ið tey fylla 75 ár. Í kap. 25 eru nýggjar
ásetingar um kosmetiska viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Alt broytingar, ið betra
um tænastuna og góðskuna í sjúkrahúsverkinum.
Fyrimunurin við at hava ásetingarnar um løggilding av heilsustarvsfólki í
einari lóg er eisini, at møguligt er at hava ásetingar, ið eru felags fyri øll
heilsustarvsfólk í somu lóg. Í hesari lóg eru t.d. felags ásetingar galdandi
fyri øll heilsustarvsfólk um endamál við løggildingini, fráboðan av løggildingini,
frátøku, fráskrivan og endurútvegan av løggilding, umframt ymiskar ásetingar um
mannagongdir í hesum sambandi. Felags ásetingar eru eisini um revsing av
heilsustarvsfólki í sambandi við brot á ásetingar í lógini.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fer at leggja uppskotið fyri Løgtingið beint
eftir ??lavsøku.
Heilsumálaráðnum
26. juli 2013
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald