JN

AUÐUR ávegis til Ísland

...

2014-05-26 00:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 AUÐUR sum í fjør skuldi rógvast úr Norra umvegis Orkneyoyggjarnar til Ísland, kom til Porkeris 23 juli. Báturin hevði tá fingið ymsar skaðar og var tí avrátt, at bíðja við ferðini til Íslands til í ár.

Nú er Auður avegis til Íslands, og skal eftir ætlan rógvast til Høfn í Hornafirði.

Í morgun var Auður staddur vestur úr Mýlingi, ferðin lá tá um 2 fj./tíma. Sagt verður frá liggjandi eysturætt, so helst verða teir í Íslandi miðskeiðis í vikuni.

Sí mynd niðanfyri, sum er frá Vikmar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder