2014-04-09 02:29
Atlantsfarið fór av Miðvági seinnapartin í dag, teir fara nú á svartkjaftaveiðu, Atlantsfarið hevur ikki stóra kvotu - einans 900 tons av svartkjafti, er fallið í teirra part.
Atlantsfarið hevur ligið á Miðvági allan vetur, tí teir ikki hava havt nakra kvotu at fiska av.
Tá ið teir fóru av Miðvági, fóru teir fyrst á Havnina, har teir skulu bunkra.
Atlantsfariið fer at fiska svartkjaftin í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald