Vinna

Atlantic Petroleum tekur dyk á seg í Norðsjónum

...

2014-01-02 22:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Oljan.fo skrivar:

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum leggur hart út í nýggja árinum. Ikki meira enn hava tíðindini frá 2013 um uppkeyp í fleiri loyvum í Norra lagt seg, so leggur oljufelagið aftur til brots í 2014 við at kunngera, at tað hevur keypt seg inn í enn eitt loyvi í norskum øki. Talan er um ???Ivory??? leitimiðið. Avtala er gjørt við oljufelagið Rocksource ASA.

Og tað er í góðum selskapi við stór og kend oljufeløg sum Statoil og Centrica. Eisini er talan um eitt sera spennandi og lovandi umhvørvi í Norðsjónum, har stór gassfund eru gjørd, og har risa gassfeltið Aasta Hansten verður bygt út. So her er nógv, ið talar fyri einari skilagóðari íløgu og raðfesting hjá tí føroyska oljufelagnum.

Handilin fevnir í fyrsta lagi um 5% av loyvinum við møguleika at keypa upp til 15% íalt í loyvi PL528. Felagið skal taka avgerð um,hvussu nógv tað vil keypa innan 28. apríl. Oljufelagið Centrica er fyristøðufelag við 40%. Hini feløgini eru Statoil við 35% og Rocksource við 25% (undan avtaluni við Atlantic).

Loyvið PL528 fevnir um Ivory leitimiðið, sum skal borast í seinnu helvt av 2014. Hetta leitimiðið hevur víst seg at goyma gass og liggur tað eisini tætt upp at Aasta Hansteen kelduni, sum Statoil er í ferð við at byggja út til framleiðslu í 2017.

Ben Arabo, stjóri sigur, at tey eru sera fegin um at kunna vera partur av enn einum loyvi í norska partinum av Norðsjónum. ???2014 fer at vera eitt ár við nógvum virksemi hjá okkum, har vit fara at bora Langlitinden brunnin tíðliga í árinum og seinni í ár at bora Pegasus í bretskum øki og Brugdan 2 brunnin í Føroyum umframt nýggjasta Ivory brunnin seinni í ár. Haraftrat luttekur Atlantic Petroleum í komandi APA útbjóðigini á norskum øki og bíðar við spenningi eftir úrslitinum av henni.

Mynd

Atlantic Petroleum luttók í vikuni á Jobmatch tiltakinum í ??strøm. Myndatøka Jan Müller/oljan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder