
Vit leita eftir einum starvsfólki til fyrisitingina á høvuðsskrivstovu okkara á flogvøllinum.
ARBEIÐSUPPGÁVURNAR FEVNA MILLUM ANNAÐ UM:
Lønarbókhald
Umsiting av starvsfólkaviðurskiftum
Aðrar fyrisitingarligar uppgávur
VIT V??NTA, AT T??...
hevur viðkomandi útbúgving ella skrivstovuútbúgving/royndir
hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir
ert sera væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd og heldur tíðarfreistir
dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu
VIT BJ??ÐA:
eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum
eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss
at gerast partur av eini altjóða fyritøku í støðugari menning
L??N- OG SETANARTREYTIR:
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara á flogvøllinum. Vit miða ímóti at seta starvið skjótast til ber.
UMS??KN:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 10. decembur 2018.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
VILT T?? HAVA MEIRA AT VITA?
Set teg í samband við Marius Davidsen, fíggjarstjóra, tlf. +298 21 37 03 ella við telduposti á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald