JN

Átak móti rúsevnum

...

2013-09-29 16:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

20 fólk frá løgregluni hava í nátt vitja øll útskeinkingarstøð í Havn við atliti til kannan fyri rúsevnir.

Í hesum sambandi eru uml. 100 fólk og einir 30-40 bilar kannaðir.

Løgreglan hevur skrivað 5 mál um euforiserandi evnir. Talan er um soppar og útgerð íð nýtt verður at rúsa seg við.

1 bilførari varð handtikin og skuldsettur fyri brot á ferðslulógarinnar § 15, stk. 1 - at koyra bil ávirkaður av euforiserandi evnum. Blóðroynd varð tikin og verður seinni støða tikin til um ákæra verður reist.

Jan Poulsen, vaktleiðari

Politiið í Føroyum,

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder