JN

ÁRSM??TIÐ ???14: Guds orð er trúvert

...

2014-03-31 21:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TÍÐINDASKRIV:

ÁRSM??TIÐ ???14: "Guds orð er trúvert"

Um vikuskiftið hevur Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum ársmøti í Meinigheitshúsinum í Havn. Ársmøtið er árliga tiltakið, har sjóneykan verður sett á arbeiðið, sum Heimamissiónin ger.

Heitið á ársmøtinum í ár er "Guds orð er truvert".

Fríggjakvøldið kl. 20 verður eitt undantiltak, har bretin Gary Witherall frá Operation Mobilisation talar og T.O.S. spælir.

Leygarmorgunin verður lagt fyri við pallborðsfundi kl. 10 við yvirskriftini "Hvønn leiklut hevur Guds orð í 2014?" Kl. 14 verða árligu arbeiðsfrágreiðingarnar frá formanni, aðalskrivara og fíggjarleiðara. Endað verður kl. 19:30 við møti, har Bergur D. Joensen, sóknarprestur, talar og Glyvra Streingjakór syngur. Høvi verður at geva eina gávu til arbeiðið hjá Heimamissiónini.

??ll eru hjartaliga vælkomin til Ársmøtið ???14!

Kirkjuliga Heimamissiónin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder