Mentan

Ársins festivalveiða verður skotin í gongd 7. mai

...

2018-05-04 17:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi vikurnar fara ung millum 18 og 28 kring landið á festivalveiðu. Hetta merkir, at tey leita eftir Betri ryggsekkum við m.ø. festivalatgongumerkjum í. Eisini verður møguleiki at vinna Sveiggj ferðaseðlar frá Atlantsflog.

Fyrsta tiltakið verður 7. mai í Sundalagnum og síðani verður farið runt landið. Tilsamans verða 10 tiltøk ymsa staðni í landinum. Seinasta tiltakið verður í Suðuroy 7. juni.

Festivalveiðan er afturvendandi tiltak hjá Betri Ung, og er sera væl umtókt. Hetta er fyrsta ferðin, at tiltakið er landsdekkandi.

Les meira um nær festivalveiðan verður í tínum øki og um hvussu tú teknar teg á www.betri.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder