Superbólkurin ger comeback við framførslu á Summar Festivalinum
Føroyingar sleppa at uppliva eina live-framførslu av teimum heilt sjáldsomu, tá ið bólkurin JoKa ger comeback í eitt kvøld á Summar Festivalinum.
Fyrsti sangurin hjá JoKa var á útgávuni Ung 85, og í 1986 kom JoKa við sínari fyrstu útgávuni. Á útgávuni vóru sangir sum »Torvatrøllið (Tit ræðast meg øll)«, »Barnið (Tú bar mær ta sól)«, »Ivast« og »Flúgvi eg til tín«. Onnur útgávan hjá JoKa kom í 1992, og tá løgdust sangir sum »Nú er veðrið gott« og »Stýr tær« afturat. Seinni var upprunabandið endurútgivið sum fløga, og tá vóru fýra nýggir sangir eisini tiknir við.
Sangirnir hjá JoKa vóru stór hitt, og sangirnir liva framvegis væl og eru javnan at hoyra. JoKa var ongantíð veruligur live-bólkur, og teir høvdu bert fáar framførslur. Nú verður so høvið at hoyra JoKa við fullum útblástri á stóra palli á Summar Festivalinum.
Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvu Joensen eru høvuðsmenn í JoKa, sum eisini er navngivin eftir teimum, og afturat sær á pallinum fara teir at hava Kim Hansen, Josva Debes, Mikkjal Hvannastein, Janus Kampmann og Lailu Carlsen.
??? Vit eru sera spent upp á at spæla á Summar Festivalinum, og eg gleði meg nógv til at fara undir venjingarnar og at sleppa at spæla góðu, gomlu JoKa-sangirnar aftur, sigur Karl Martin Samuelsen.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 9. til 11. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald