JN

Arne Wurgler til Føroya

...

2014-03-31 03:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í næstum kemur kendi danski sanskrivarin og tónleikarin Arne Wurgler á stutta vitjan í Føroyum.

Arne Wurgler, sum er føddur í Keypmannahavn í 1943, er kendur frá nógvum tónleikaútgávum, eitt nú Frispark sum kom í 1974, Amerikasange frá 1995 og Holst og Wurgler sum kom í 1999. Eisini hevur Arne umsett ein sang hjá Martin Joensen og gjørt tveir sangir um Føroyingar ein nevnist Lykken, og hin er gjørdur um kenda rógvarin Ova Joensen.

Meðan hann er í Føroyum fer hann at spæla í Vektarbúðini í Vestmanna, Kaffihúsinum í Havn og í Nólsoy.

Konan hjá Arne, Ása, er úr Vestmanna. Tey hittust tá Arne var her saman við Benny Holst í 70unum.

Arne Wurgler hevur ongantíð lagt í at krógva, at hann hoyrir heima á politiska vinstravonginum, og tað hoyrist eisini í hansara tónleiki og tekstum. Hann er eisini politiskt virkin innan fólkatingsgátt, har hann hevur latið seg stilla upp fyri Eindarlistan. Harumframt hevur hann eisini verið virkin í donsku Fólkarørsluni móti ES.

Fyribils skráin hjá Arne Wurgler í Føroyum sær soleiðis út: 3.apríl konsert í Vestmanna, 4.apríl í Havn og 5.apríl í Nólsoy.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder