2018-12-16 20:33

Arctic Voyager, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, siglir inn, teir verða á Fuglafirði seint í kvøld.
Arctic Voyager hevur 1.000 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Arctic Voyager fer nýggjan túr tá ið liðugt er at landa.
Í løtuni royna 8 skip eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, tey eru: Borgarin Høgaberg, Næraberg, Norðingur, grønlendska skipið Polar Amaroq og íslendsku skipini Aðalsteinn Jónsson, Gudrun Thorkelsdóttir og Hoffell.
Trý føroysk skip fiska makrel vestur úr Hetlandi, tey eru Tróndur í Gøtu, Jupiter og Finnur Fríði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald