Vinna

Arctic Viking og Havborg landa í Norður-Norra

...

2014-01-13 02:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Báðir teir føroysku rækjutrolararnir - Arctic Viking og Havborg - eru ávegis inn í Norður-Norra at landa og skifta manning. Teir hava roynt norðanfyri Svalbard á uml. 81N og norðanfyri 81.

Havborg verður í Tromsø í morgin, har teir skulu bunkra, taka proviant o.a. útgerð og skifta manning, áðrenn teir fara til Karavika at landa, Havborg hevur fulla last.

Arctic Viking verður í Tromsø týsdagin, teir hava uml. 380 tons.

Les eisini: Slættaberg siglir inn við 900 tonsum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder