JN

Arctic Viking og Havborg komnir aftur á fiskileið norðanfyri Svalbarð

...

2014-01-19 03:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Báðir teir føroysku rækjutrolararnir - Havborg og Arctic Viking - landaðu í Norður Norra í farnu viku og um vikuskiftið.

Havborg landaði í Kårvik og Arctic Viking landaði í Tromsø, Arctic Viking hevði 380 tons av rækjum, støddin var góð. Vit vita ikki hvat Havborg hevði, men helst áleið tað sama sum Arctic Viking.

Bæði skipini fóru aftur til fiskiskap fyrst í vikuni, Havborg fór mánadagin og Arctic Viking fór týsdagin. Teir fara aftur hendan túrin at fiska norðanfyri Svalbarð, har teir eisini royndu seinasta túr. Veðrið var hampuligt har teir royndu - á uml. 81N - men onkran dagin var kuldin 20 stig.

Tað tekur uml. 3 døgn at sigla á fiskileið frá Tromsø og norður um Svalbarð.

Les eisini: 10 skip á svartkjaftafeltinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder