Vinna

Arctic Viking kemur á Kollafjørð beint fyri middag

...

2019-01-03 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Arctic Viking, sum hevur verið til fiskiskap norðanfyri Svalbard, kemur á Kollafjørð fyrrapartin við 250 tonsum av rækjum, sum teir skulu landa í Kollafirði.

Arctic Viking kemur heim nú, tí at høvuðsmotorurin og hjálpitororarnir skulu skiftast, tað verður Skipasmiðjan MEST, sum skal skifta motorarnar í skipinum, tað arbeiðið byrjar beinanvegin liðugt er at landa.

Arctic Viking er bygdur á Langsten skipasmiðjuni í Norra í 1986, har vórðu nógv føroysk rækjuskip bygd í 80-inum.

Fyri tveimum árum var Arctic Viking til høvuðsumvælingar á danskari skipasmiðju, tá var m.a. fabrikkin nýtímargjørd, so skipið verður næstan sum nýtt, nú høvuðsmotorurin og hjálpimotorarnir verða skiftir.

Mett verður, at arbeiðið at skifta motorarnar verður liðugt fyrst í mars.

Skipari hendan túrin er Eirikur Magnussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder