2016-10-11 08:41
Kollfjarðatrolarin Arctic Viking kom heim úr Barentshavinum 16. august við 410 tonsum av rækjum, sum teir landaðu í Kollafirði. Síðan tá hevur rækjutrolarin verið til umvælingar á MEST í Havn.
Arctic Viking er nú klárur at fara til fiskiskap aftur, teir taka útgerð inn í Havn í dag. Í kvøld verður loyst og leiðin gongur aftur til Svalbard.
Bjarni Petersen og Niklái Petersen skiftast um at føra Arctic Viking, hendan túrin verður Niklái skipari, manningin telur 17 mans.
Les eisini HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald